Vinur hoyr

Orð: Páll á Lakjuni – lag: ØB.  Umtala niðast.

Vinur, hoyr, vit hava eini boð at bera tær,
boð um hvíld og undurfullan frið.
Ert tú troyttur sjúkur, og tín sál ei hvílu fær,
ein er, sum vil varða tíni stig.
Tað er Jesus, hann, sum doyði, bløddi krossi á,
vann tær himmalvegin, so at tú kundi fá
frelsu æviga og eiga frið í tíni sál,
bert við trúgv á hann at finna rætta mál.

Vinur, vel ta leið, sum einans her er verd at taka,
ger tað nú, tí einaferð tú ei kanst velja, vraka,
ver ei líkasælur, vinur, tak nú hetta stig,
tú skalt sanna, hann tá er við tína lið.

Ivast tú um, hvussu tú skalt ganga á tí leið,
sum teg føra kann á rætta mál,
hygg á Jesus, hann tær fylgir og teg svíkur ei,
burt fer alt, sum tyngir tína sál.
Og tá ferðin er at enda, náttin komin er,
inn í Himmalheimið hann trygt og væl teg ber.
Tá skalt tú í allar ævir syngja prís til hann,
áh, hvør lukka, um tú komst til Frelsaran.

Orð og lag vórðu til um tað mundið, tá Sangbrøður plagdu at syngja saman, og hann varð við á tí næstu EP-plátuni, sum kom út í 1967. Páll á Lakjuni sang aloftast lagrøddina (melodistemmuna) við síni ljósu rødd, og í hesum førum skrivaði hann eisini tekstin til lagið, sum var vorðið til frammanundan.   

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.