Vit fingu lív
Orð/lag: ØB NÓTAR – trýst her
Vit fingu lív, vit fingu frið,
og nú vit kunnu syngja við:
At alt var myrkt og tómt og kalt,
men Jesus kom og umbroytti alt.
Og nú vit vilja,
at tú skalt hetta skilja,
sum vit ei kunnu dylja,
hvør gott tað er at kenna hann.
Hann gevur megi
og kraft á hvørjum degi.
Á, undurfulla gleði er at kenna Frelsaran.
Tað var ein andalig vekingartíð millum fólk aftan á samfelagsmøtini í 1968, tá Brynleif Hansen, trúboðari, kvøld eftir kvøld bjóðaði fólki at koma fram og taka støðu fyri Kristus. Mong komu til trúgv hesar dagar – teirra millum fleiri ungfólk – og onnur vóru endurnýggjað. Tá varð hetta versið skrivað, og saman við tí kom lagið eisini.