Kanst tú ei fjøldum stýra


Pápi mín, Sigurd Berghamar, sum livdi í tíðarskeiðinum 1910 til 2003, yrkti og umsetti einstakar andaligar sangir og sálmar.
Nakrir av hesum sangum standa í Nýggju Songbók Guds og verða stundum sungnir á møtum okkara. Hann skrivaði eisini onkra yrking viðhvørt, sum kanska tey fáu kenna. Her er ein teirra, sum Gunnvør, systir, vísti okkum á og las upp , nú ið vit vóru heima í Føroyum í august. Yrkingin varð funnin í skriviborði faðirs, eftir at hann var farin. Haldi hana vera talandi og tankavekjandi. 


Kanst tú ei fjøldum stýra

frá teirra villu leið,
boygg teg, og tak upp fallin,
sum fylgja orkaðu ei.

Kanst tú ei fólkið lyfta
og vekja durvandi tjóð,
svala ta brennandi pannu
og styðja hond, ið er móð.

Kanst tú so hart ei rópa,
grannin vil hoyra teg,
bróður og vin tú dragi
inn á hin góða veg.

Um hvørja hond, tú rætti,
heimurin hevur gloymt.
Hvørt orð fyri Jesus talað,
er heima hjá Gudi goymt.
   .                   Sigurd Berghamar

You may also like...