Várið er komið

Hetta var vikan, tá várið kom i Danmark – umsíðir.  Og tað kom rættiliga brádliga. Eftir eina langa tíð við køldum veðri og frosti kom lýðkan umsíðir í luftina, og nú standa smáu, litríku várblómurnar snjóklokkur (vintergæk), erantis og krokus í fullum flora.  Nakað soleiðis tóktist tað eisini, tá sangurin “Várið er komið” varð skrivaður 2011. Brádliga kom vársins lýðka í luftina. Lagið varð gjørt frammanundan og tóktist mær vera hóskandi at fagna várinum við – og eisini at minnast tað vár, ið væntar fólki Guds.
Síðani hevur sangurin ofta verið sungin í Kristnastovu. Hann kom eisini við á fyrstu fløguni hjá Mariu á Lakjuni og er nú at finna í Nýggju Sangbók nr. 1462.  

Orð/lag: ØB   NÓTAR – trýst her

Várið er komið, tað grønkast í líðum,
heimkomnir fuglar nú heilsa tær blítt.
Fara vit skulu mót ljósari tíðum,
tá ið alt landið so fagurt er skrýtt.

Myrkar og hugtungar hávetursløtur
køvandi kendust á megi og mátt.
Sólin nú sær yvir fjøll, yvir fløtur,
lívsvónir vinna á dimmari nátt.

Vetur var langur og stuttur var dagur,
følnað hvør blóma og stirnað var lund,
titandi smáfuglur reiðrast nú glaður
vaknandi lív eftir vetrarsins blund.

Fannir í fjøllum í vavi nú minka,
spælandi smábørn í túninum her.
Støðugt mót sumri hvønn dag fer at kvinka
inntil umsíðir tað hásummar er.

—-

Fólk Guds, tað fer móti ljósari tíðum,
várið hitt æviga bíða mær man.
Tá tað av sonnum skal grønkast í líðum,
songurin ljóma, sum tagna ei kann.

Tøkk fái Gud fyri ljósið og várið,
og fyri lívið, ið fall mær í lut.
Fyri tað náði sum varar alt árið.
og fyri frelsuna tøkk fái Gud!

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *