Jesus, kongur mín og klettur
Orð/lag: ØB nótar HER
Tú, Sonur Guds, frá upphavi í tign tú var.
Í ljóma dýrd og megi
tú vart tíns Faðirs gleði.
Og tá alt lív sá dagsins ljós, tá vart tú har,
men mannaættin fall so djúpt – langt burt frá tær.
Jesus, kongur mín og klettur,
yvir øllum settur –
tó á krossi mína synd tú bar.
Jesus – morgunstjørnan bjarta,
dýrur mínum hjarta.
Alt í øllum ert tú vorðin mær.
Tá fylling tíðarinnar kom,
tú niður steig tíns faðirs vilja gera:
vár frelsari at vera.
Títt lív var lýtaleyst, og tó tú deyðan leið
av kærleika til mín – eg fata kann tað ei.
Tann dagur kemur, tá í dýrd tú koma skalt.
Við yvireingils lúður
tú tekur tína brúður heim til tað ljósa land, sum enn er okkum fjalt,
har tú ert kongur – og har fullkomið er alt.
Skrivaður umleið 1989-1990. Hann var sungin sum duett til møti í Kristnastovu. Hevur eisini veirð sungin av Suðuroyarkórinum.