Fagnaðarljóð

Kopi af Ebenezer-kórið Nýliga kom upptøka undan kavi við einum kórsangi frá 2006, ið var ein kvøða til samkomuna í Ebenezer, tá ovari salur var tikin í nýtslu sama ár. Hetta er ein takkarsangur, har litið verður aftur á farna tíð við takksemi um, at gleðiboðskapurin kom til oyggjaland okkara og broytti hjørtu og lív. Hugsað verður eisini um tey, sum undan gingu og boðaðu Orð Guds inni og úti.
Sangurin varð sungin av Ebenezerkórinum undir leiðslu Jens Chr. Guttesens.  Jóannes á Váli spældi klaver og Sigrid Rasmussen fiól. Árni B. Jensen, sáli, las upp – “reciteraði”, sum tað verður nevnt – um tey, sum “slóðaðu, vitnaðu, sungu”.
Upptøkan kann hoyrast niðast á hesari síðu.

Skapari ert tú av øllum
tín falna skapning mintist  tó.
Hoyrist í heimum og høllum
titt fólk ber fram fagnaðarljóð.

Fjarskotnu oyggjar, langt burturfrá,
har valdaði niða og nátt.
Heidningasiðir bundu várt land,
fjøtrandi fast neit fíggindans band.
Men Gud – men Gud, hann gloymdi ei,
várt fólk, sum vilst var langt burt av leið.
Hoyrist í heimum og høllum
titt fólk ber fram fagnaðarljóð.                  

Árni B. Jensen

 Jesus – vár harri og hirði,
sum vilstu lomb á fjøllum fann,
Signing tú veitti og virði,
sum heimurin geva ei kann.               

Boðberar sendi tú – birtust um landið
vekingartíðir, tá Orð Guds og Andi

virkaði so millum kvinnur og menn.
Tað er sum um, at  vit hoyra tær enn,
røddirnar – talandi úti og inni –  

inn í mangt longsilsfult hjarta og sinni.
Hesi, ið slóðaðu, vitnaðu, sungu,
kærleiksfult numu við hjørtuni ungu.
Røddir teirra – tær hoyrast ei longur.
men Tú ert hin sami, vár Harri og Kongur.

Signing tú veitti og virði,
sum heimurin geva ei kann.

Frelsari, prís vit tær bera,

Tú fyri okkum gavst títt blóð.
Navn títt vit høgt vilja gera
og bera fram fagnaðarljóð.

Reisa vit várt Ebenezer ídag,
tí Tú hevur hjálpt higartil.
Lívgandi kendist tín hond manga ferð,
Náðin var stór – vár bøn nú er:
veit okkum endurnýggjan, so
vit eru ljós og bera frelsunnar boð.

Navn títt vit høgt vilja gera
og bera fram fagnaðarljóð.
                                   Orð/lag: ØB

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.