Gud. tú ert Gud mín

Hans Andreas Jacobsen úr Klaksvík var staddur niðri á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn í sjúkraørindum, tá hann skrivaði niðanfyri standandi yrking vers út frá Sálmi 63 eftir Dávid, sum kom at standa í blaðnum, Boðberin í desember 1986.
Árið eftir doyði Hans Andreas, men eftir hann lá hesin vitnisburðurin um tann longsil, sum býr í hjørtum teirra, ið kenna Harran.
Anna Háberg hevur sungið sangin inn á fløgu – sí niðast á síðuni. 

Orð: Hans Andreas Jacobsen – Lag: ØB         Nótar HER

Gud, tú ert Gud mín, eg árla teg søki.
Eftir tær sál mín hon tystir hvønn dag.
Í turrum vatnleysum landi mær leingist
eftir at skoða tíns halgidóms stað.

Tí at tín náði er betri enn lívið,
við mínum varrum eg beri mín song.
Eg skal tær lova, so leingi eg livi,
geva tær æru sum Harra og Kong.

Tá eg so minnist teg á míni legu,
á náttarstund, tá eg hugsi um teg,
at tú vart hjálp mín í trongastu døgum,
tá má eg hátt rópa: Sál mín, teg gleð!

Trygt tú meg leiðir við høgru hond tíni,
uppi mær heldur hvønn dag, hvørja stund.
Einki kann saka meg, trygt fram eg gangi,
inntil eg komi til Himmalsins fund.

Orð: Hans Andreas Jacobsen Lag: ØB

Upptøka við Onnu Háberg   HER

 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.