Kanst tú ov tíðliga

Orð: Lina Sandell – Týtt: Victor Danielsen,  Lag: ØB

Kanst tú ov tíðliga geva títt hjarta til Gud,
sum so fegin teg tekur í favn?
Kanst tú ov tíðliga velja hin dýrasta lut,
kennast ov skjótt við Frelsarans navn?

Mundi lívsgleðin minkað, um Jesus tú fanst,
um tú átti hans signaða frið?
Tá ið stormarnir koma, tá eina tú kanst
vera tryggur við hansara lið.

Hoyr hans sannleikaorð! Áh, hvat sigur ei tað,
hetta ljósið í myrkrinum her:
„Tann, sum árla meg søkir, skal finna meg“, ja,
„ljós á leiðini orðið mítt er!“

Sangteksturin stóð í einari eldri sunnudagsskúlabók og varð sungin við einum nýggjum lagi á einari plátu hjá Sangbrøðrum, sum kom út í 1968/69.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.