Leið meg til tær grønu fløtur

Orðini eru skrivað onkuntíð umleið 1958-60 – ivaleyst við Sálmi 23 í huga. Onkur smærri broyting er framd síðani. Løgini, sum eru tvey í tali, eru bæði viðløgd niðan fyri sangin – saman við útgávu av sanginum í august 2022.

Leið meg til tær grønu fløtur,
har mín sál kann hvíla seg,
sita trygt við tínar føtur,
hoyra, at tú elskar meg.
Har er friður, har er skýli,
tá ið ódnir herja á.
Mangan sálin mín fann hvílu,
tá ið andlit títt hon sá.

Leið meg til tær grønu fløtur,
lívgast aftur sálin mødd.
Dýrar eru allar løtur,
tá eg hoyri tína rødd.

2. Leið meg til tær grønu fløtur,
forsmakkur av Himli her.
Stundum sælan, ið mær møtir,
anda mín av foldum ber
til tær ljósu, føgru hallir,
til títt ljósa Paradís.
Svunnir eru skuggar allir,
sál mín syngur lov og prís.

Leið meg til tær grønu fløtur,
har tú verk títt í mær gert.
Sál mín hevur sínar røtur
bert í tær – og tí, tú ert.
Men tú veitst, tað eru dagar,
tá eg dríva kann frá tær.
Hirði, leið meg aftur hagar,
har eg veit, at tú ert nær.
Orð/lag: ØB

NÓTAR 1    NÓTAR 2       NB! Í aug 2022 kom nýggj útgáva við sanginum – sungnum av Bárði á Lakjuni. Sí umtala HER

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *