Kvølfulla stund

Orð: P. W. Háberg  Lag: ØB                    Nótar HER

Kvølfulla stund á Golgata hin morgun,
blóðigu pannu krúnan neit so fast,
vinirnir flýddu, sálin tyngd av sorgum. –
Hans høvur boygnaði, og hjartað brast.

Vónríka stund, tá grøvin brast við megi,
deyðan hin sterka, ljósins sonur vann,
boðaði syndatyngdum sálum gleði
og frið í blóðinum, á krossi rann.

Signaða stund, tá ið mítt arma hjarta
útlúgvað legði seg við Jesu bróst.
Ei hóttir longur deyðans myrkur svarta.
Hann fylgir mær – tá er alt trygt og ljóst.

Sangurin stóð í einum hefti við evangeliskum sangum, sum varð nýtt eitt stutt skifti í fimti/sekstiárunum. Lagið varð gjørt í 1964. 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *