Kristus frelsir til fulnar

Orð/lag: ØB.       Ljóðfíla og søgan um sangin kunnu finnast niðast á síðuni.

Kristus frelsir til fulnar,
undurverk hann ger í dag,
vón hann vónleysum veitir
og ger syrgin hjørtu glað.
Tú, sum onga sanna gleði fann,
drála ei í dag, men kom til hann,
minst, at Kristus eina
teg til fulnar frelsa kann.

Kristus frelsir til fulnar,
milt hann talar lívsins orð,
leitar eftir tí falna,
ger tað heilt, sum fór í sor.
Eymur teg við navni kallar hann,
gev teg heilt og fult til Frelsaran,
minst, at Kristus eina
teg til fulnar frelsa kann.

Kristus frelsir til fulnar,
birtir ljós í sál og sinn,
lívið byrjar av nýggjum,
har sum Jesus kemur inn.
Alt eg søkti, eg í honum fann,
alt tú vinnur við at velja hann,
minst, at Kristus eina
teg til fulnar frelsa kann.


Í mai 1970 skipaðu Brynleif Hansen og Petur Háberg fyri eini føroyskari, evangeliskari fundarstevnu í Keypmannahavn. Saman við Ingálvi av Reyni, Sunnevu Háberg var eg saman við Sangbrøðrum boðin at koma við.  Undir fyrireikingini av møtunum fekk eg ta hugsan, at skjóta upp fyri Petur Háberg, at vit nýttu orðini “Kristus frelsir til fulnar” sum heiti fyri stevnuna. Helst man Hebrearabrævið 7,25 hava verið í huga mínum, har tað stendur: “Tí kann Hann eisini fullkomiliga frelsa tey, sum koma til Gud við Honum; tí Hann livir altíð at biðja fyri teimum”.
Petur Háberg tók beinanvegin undir við hesum uppskoti, og tað var nýtt í samband við lýsingar o.a. Síðani varð sangurin skrivaður, sum vit, Sangbrøður, sungu aftur og aftur undir hesi stevnu, sum savnaðu nógvar útisetar saman í hjartanum av Keypmannahavn. Sangurin hevði tó bert tvey vers tá, tað mittasta er komið síðani.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *