Gamlar gøtur

Gamla Kristnastova á Oxford Allé

Húsið á Oxford Allé, sum hevði 3 íbúðir. Tann niðasta varð innrættað til virksemið í Kristnastovu

Sangurin varð yrktur til eina legu fyri fyrrverandi útisetar á Zarepta í 1998 í sambandi við, at arbeiðið í Kristnastovu fylti 25 ár. Teksturin hevur íblástur úr Jeremiasar bók 6,16, har sagt verður “Spyrjið um hinar gomlu gøtur – spyrjið, hvar leiðin liggur til hitt góða”.
Sangurin var sungin við fleiri skiftandi solorøddum hjá fólki, ið høvdu búleikast í Danmark og vóru komin heimaftur. Teirra millum hoyrist Ólavur á Váli, sáli, sum var útiseti eitt skifti í sjeytiárunum. Hann 
andaðist í 2005. Niðast á hesari síðuni finst upptøka av sanginum, upptikin undir leguni.
Høgrumegin sæst mynd av fyrru Kristnastovu á Oxford Allé, sum var nýtt til møti og annað virksemi frá 1973 til 1979.

 

Vit minnast aftur á ta tíðina, ið fór avstað
ímillum vinir hollar gott var vinarlag.
Mangan heit var hond,
sterk vóru hjartans bond,
tá sálin stimbrað varð – í trúnni styrkt og glað.
Tær løtur signaðu, vit aldri kunnu gloyma tær,
tá vitnað varð við frímóði um frelsaran.
og vit gleddust tá,
um øll, ið søgdu frá,
teim undurverkum, einans Jesus gera kann.

Gamlar gøtur, ríkar løtur,
tá vit saman leitaðu á fund.
Gamlar gøtur, friður søtur,
minni rík um manga farna stund

Við megi sangurin um Harran mangan ljómaði
tá vit av hjarta sungu – alt, vit vóru ment,
um tann sæla lut,
at eiga frið við Gud,
ið er tann størsta signingin, vit hava kent.
So broyttist tilveran, og ymisk gjørdist lívsins leið,
men signað er, at Jesus kennir okkum væl.
Og vit ynskja her,
at Hann, sum var og er,
við endurnýggjan okkum aftur vitja skal.

Gamlar gøtur – við Hans føtur,
har kann sálin aftur vera glað.
Gamlar gøtur, Harrin møtir
tær og mær í kærleika í dag.
.                                 Orð/lag ØB.

Upptøka frá Zarepta í 1998 kann hoyrast her:

 

 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.