Upp móti himli

Upp móti himli leitar mín andi,
upp til mín faðir, sum kennir mín veg.
Tí at i hesum skugganna landi
ofta eg fremmandan kenna kann meg.
Gleðast eg kann í frelsara mínum.
Mangan tó undrist á hansara leið,
Hjarta kann nøtra, óttast í stríðnum,
men eitt eg veit, at hann sleppir mær ei.

Heimurin kann hin kristna ei fata,
trilvandi fram ganga kvinnur og menn.
Náði tað er, at eg havi sæð tað
ljósið, sum dult fyri mongum er enn.
Signað tað er, tá Andi Guds blæsur
lív í tann lovsang, ið Harrin mær gav.
Tónar, ið fáa rúmari ræsur
heima frá Gudi, tá stríðið er av.

Jesus, tín hond ei sleppa mær letur,
styðjar meg, tá ið eg falli í fátt,
Orð títt meg leiðir, kósina setur,
mennir meg, gevur mær megi og mátt.
Verk títt í mínum lívi tú fremur
Gevur mær kraft til hvønn komandi dag,
Til tú í skýnum brádliga kemur
heintar meg heim til tín himmalska stað.

Sangurin varð skrivaður 9. juli 2009 – beint eftir deyða og jarðarferð Poul Madsens, hvørs bíbliufrálæra og profetiska rødd talaði inn í lív okkara.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.