Kærleiki – trúfesti (afturlítandi)

Orð: ØB – lag: RICHARD RODGERS

Kærleiki – trúfesti,
vernd í árum, sum svunnu.
Álit bygt, lívið trygt
tit í Kristusi funnu.
Ríkar løtur á leiðini,
stundum brotasjógvar.
Altíð nær Harrin var,
veitti signingar nógvar.

Kærleiki – trúfesti
bóru tykkum um tindar,
sólin bjørt, tó viðhvørt
blástu kaldligir vindar.
Hann, hvørs navn er Immanuel,
veitti nýggja megi,
trúgvur var, uppi bar
tykkum á hvørjum degi.

Kærleiki – trúfesti
yvir heimið enn lýsi!
Orðið kært, ljós so bjart,
tykkum leiðina vísi,
sum tit ferðina halda fram,
vard av sterkum hondum.
Framtíð ljós, sett er kós
móti himmalsins strondum.

“Kærleiki – trúfesti” er upprunaliga skrivaður sum brúdleypssangur, Men einaferð spurdi Jukim Olsen úr Svínoy, búsitandi í Havn, um eg ikki kundi umskrivað sangin til at vera afturlítandi, so hann kundi nýtast  til silvurbrúdleypið hjá honum og konuni, sum stundaði til. Hetta varð so gjørt – tó er teksturin nakað broyttur síðani.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.