Hann vil fáa meg í tal.

Øll bíblian er ein vitnisburður um, at Gud, skapari og frelsari okkara, kallar á menniskjað og vil fá tað í tal. Tá ið Adam og Eva høvdu syndað í Edens urtagarði, kom Harrin, tá ið dagurin var svalur, og rópti á Adam: “Hvar ert tú”. Hann kallaði á dreingin Sámuel á náttartíð, tá hann lá og svav í halgidóminum, inntil hann svaraði “tala – tænari tín hoyrir.”
Harrin kann tala á ymsan hátt og í ymsum umstøðum, men skulu vit veruliga hoyra Harrans rødd, er tað mangan umráðandi, at tað er kvirt rundan um okkum. Og tað er kanska ongantíð so týðandi sum í okkara tíð.   Hetta er tað, sum sangurin “Hann vil fáa meg í tal” snýr seg um.
Sangurin stóð í Boðberanum í mars 1986 og var framførdur á fyrsta sinni á fríggjakvøldssamkomu í Kristnastovu.

Tá ið alt er vorðið kvirt,
og í sálini er kyrt,
ein rødd er, sum úr erva til mín teskar.
Og í andans kvirru verð,
merki eg, at Hann er her,
ið meg við lívsins klára vatni leskar.

Hann vil fáa meg í tal,
hann, hvørs rødd eg kenni væl.
og tað er Jesus, kongur mín og harri.
Tagnið heimsins mikla ljóð,
so í hjartanum er ró,
tí hann meg ynskir draga til sín nærri.

Mangar røddir hoyri eg
eins og fossar runt um meg,
hugtakandi teir tykjast, heimsins tónar.
Vakja má eg hvørja stund,
so eg falli ei í blund
og líkasælan ger, at sálin sovnar.

Frelsuna mær Jesus vann,
sálarfíggindin ei kann
burt taka hana, men hann vil tó herja
á mítt dirvi og mín mátt,
tó eg falli ei í fátt,
tí hann er nær, sum væl sítt barn vil verja.

Hann vil fáa meg í tal,
Hann, ið eina vil mær væl,
og fyri mær til faðir sín hann biður.
Gævi tó, at lýðin eg,
nú hann tala vil við meg,
má fylgja rødd hans – gera sum hann sigur.

Orð/lag ØB.      Nótar: HER

 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *