Jesus er tann stjørnan

Orð: ÓLI REINERT.  Lag: ØB

Jesus er tann stjørnan, ið kann lýsa,
tá ið hvør ein stjørna sløknar her,
sum í lív og deyða leið skal vísa,
sum ein syndara til Himmals ber.

Jesus er hitt ljósið, ið mær lýsir
gjøgnum hesa køldu, myrku verð;
uttan Jesus verðin bara hýsir
neyðarróp og troystarloysi her.

Um í Jesusi ei fanst ein bjarging
burt úr hesi deyðans myrku nátt,
her sum alt er merkt av syndafarging,
tá var hetta lív ei vert at átt.

Mangt er tað, ið menniskju her gera
sær til ljós ígjøgnum lívið her;
einki kann í lív og deyða bera
so sum Jesus, har hann ljósið er.

Dagarnir, teir koma og teir fara,
tíðarhjólið dvølur ikki á;
lítið menniskju um hetta vara,
so tey sálarbjarging kunna fá.

Gott at eiga ljós, ið altíð lýsir,
sjálvt ígjøgnum deyðans myrku nátt;
brátt hin ljósi dagurin nú rísur,
har hjá Jesusi er alt so gott.

Óli Reinert (1887–1974) var bóndi og búði Norðadali. Hann hevur skrivað fleiri sangir í Songbók Guds Fólks. Lagið til hendan sangin er skrivað umleið 1960.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.