Stinnur statt

Tú sum gongur trúarleið,
lít á Harran, óttast ei,
og birt títt ljós, har myrkrið hevur valdið.
Signað veri tað, tú gert,
einsamallur ei tú ert.
Í Jesu navni treystur fram tú haldi.

Stinnur statt og óttast ei,
Harrin kennir tína leið,
tí kraftin hon er Guds og ei tín egin.
Hann er við um tind og dal,
ein dag opinberast skal
at Jesus fylgdist við tær allan vegin.

Og um dimm so kennast skýggj,
minst, at náðin, hon er nýggj
hvønn morgun, tá ið sól úr eystri rísur.
Og tá náttin fellur á,
vakir Hann, sum er tær hjá
hin morgunstjørna bjørt, sum altíð lýsir.

Tykist trúarleiðin trong,
hoyrast lat tín takkarsong,
tí góður Harrin er og vil teg vara.
Tykist støðan afturlæst,
minst, at Orðið stendur fast,
í øllum tú í bøn til Hann kanst fara.

Um so tyngjast fótafet,
álit títt á Harran set,
Hans orð tín anda lyfta kann og menna.
Einki óvart kom á Hann,
eingin støða hótta kann
tí frelsara, tú lærdi her at kenna.

Orð/lag ØB – november 2018

You may also like...