Kórvitjan á hvítusunnu

Sum áður fráboðað, kemur Ebenezerkórið á vitjan her í Danmark á hvítusunnu. Hetta gleða vit okkum til. Kórið hevur eina langa søgu – byrjaði í 1937, og hevur síðani verið ein virkin partur av samkomuni, sum tað eitur eftir. Tað hevur eisini verið á uttanlandaferðum fleiri ferðir, men tó ongantíð í Danmark. Tó var ein sangløta við kórinum á Norðuratlantsbryggjuni í 2011, tá kórið annars...

Tí Hann livir

Páskadagur er ein fagnaðardagur hjá fólki Guds. Jesus reis upp av deyðum páskamorgun og livir í dag. Orðið sigur um upprisna harra og frelsara okkara, at Hann  kann “eisini fullkomiliga frelsa tey, sum koma til Gud við Honum; tí Hann livir altíð at biðja fyri teimum  (Hebr. 7,25). Vit undrast og gleðast um henda signaða sannleika. Orðini til sangin “Tí Hann livir” vórðu skrivað í 2009 –...

Langifríggjadagur

Hetta hendi allarfyrsta langafríggjamorgun fyri einum tveytúsund árum síðan: “Teir fóru nú við Jesusi frá Kaifasi til borg landshøvdingans; tað var tíðliga um morgunin. Sjálvir fóru teir ikki inn í borgina, fyri at teir skuldu ikki verða óreinir, men kundu eta páskalambið.” Í myrkrinum kvøldið fyri vóru Judas, vaktarmenn og tænarar frá høvuðsprestunum og farisearunum farnir við kyndlum og vápnum at handtaka Jesus og fóru...

Páskaboðskapurin í orðum og tónum

Nú ið páskahátíðin stundar til, kundi tað kanska verið eitt hugskot at lurta eftir nøkrum páskasangum, sum vóru við sendingini Ebenezerkórinum í 1992 – upptikin í Norðurlandahúsinum. Vit vóru heima í Føroyum í farloyvi nakrar mánaðar í 1991/92, tá ið hendan sendingin varð til og og upptøka varð gjørd fram móti páskum. Stigtakari til sendingina var vist Ragnar C. Joensen, sum tá arbeiddi í Sjónvarpinum. ...

Ein sangbróðir fyllir áttati

Í 1959 kom ein myrkhærdur unglingi av Sandi til Havnar. Hann fór at arbeiða hjá Peturi í Gong, har hann lærdi til húsasmið. Hann varð andaliga vaktur og fór at ganga á møti í Ebenezer. Hann tók eina andaliga støðu og fór at savnast við øðrum ungum í samkomuni. Hann var sera musikalskur og spældi bæði harmoniku og urgu, og tað kom bæði verkinum millum...

Tala ælabogans

Er tað ikki so, at tá vit síggja ælabogan, verða vit leidd í huganum aftur til eina kenda søgu, sum vit hoyrdu, tá vit vóru børn. Orðið sigur, at eftir syndflóðina gjørdi Gud ein sáttmála við Nóa og setti ælabogan á himmalin sum tekin um, at hann aldri aftur fór at oyða jørðina við vatni. Hon er umtalað í 1. Mósebók 9,11-17. Ivaleyst munnu vísmenn...

Símun sjeyti fimm

Fríggjadagin 17. mars fyllir ein góður vinur 75 ár. Talan er Símun Fuglø, sum sleit barnaskógvar sínar í Klaksvík, men flutti eftir barnaár síni saman við foreldrum og systkjum til Runavíkar. Tíðliga kom hann niður til Danmarkar, og her møttust hann og Hanna, dóttir Grethe og Henrik Thomsen, bókbindara, sum fleiri okkara munnu minnast. Tey giftust og fingu fýra børn, og í Keypmannahavn hava tey...

Fyrsta kórið í Kristnastovu

Andaligi sangurin hevur frá fyrsta degi havt sítt stóra pláss á møtum og samkomum í Kristnastovu. Lovsangur og felagssangur hevur ljóðað, men eisini framførdir sangir, solosangir og sangir, sungnir av smærri bólkum. Ja, eisini sangkór hava verið at hoyrt av og á. Í 1983 var fyrsta royndin gjørd, tá eitt kór fór undir at venja og varð stjórnað av Ólavi Jøkladal, ið tá var í...

Hent bíbliuhandbók

Nakað fyri jól kom onnur bók út eftir Warren Wiersbe við viðmerkingum til Gamla Testamenti. Fyrsta bókin við heitinum „Viðmerkingar til hvønn kapittul í Nýggja Testamenti“ kom út í 2019. Hendan nýggja bókin eitur „Viðmerkingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti – Fyrri partur“ og er – eins og áður útkomna bók – týdd av Páll á Lakjuni. Her eru stuttir, fyndarríkar og leiðbeinandi viðmerkingar til...

Tá eg við krossin syndatyngdur stóð

Sangurin, sum byrjar við  yvirskriftini omanfyri, stóð í tí gomlu sangbókini “Salmer og sange”, sum samkoman í Thorsgade 40 á Nørrebro plagdi at nýta. Hesin stutti sangur plagdi viðhvørt at vera sungin á møtum í donsku samkomuni og hevur ein tekst við einum persónligum vitnisburði.  Sangurin tóktist mær vakur og inniligur – bæði í lagi og boðskapi – og tí royndi eg at umseta hann...