Páskaboðskapurin í orðum og tónum
Nú ið páskahátíðin stundar til, kundi tað kanska verið eitt hugskot at lurta eftir nøkrum páskasangum, sum vóru við sendingini Ebenezerkórinum í 1992 – upptikin í Norðurlandahúsinum.
Vit vóru heima í Føroyum í farloyvi nakrar mánaðar í 1991/92, tá ið hendan sendingin varð til og og upptøka varð gjørd fram móti páskum. Stigtakari til sendingina var vist Ragnar C. Joensen, sum tá arbeiddi í Sjónvarpinum. Táverandi sjónvarpsstjóri, Jógvan Asbjørn Skaale var vertur, meðan Alexander Samuelsen og undirritaði fingu uppgávuna at greiða nærri frá sangunum.
Nú 26 ár aftaná er tað áhugavert at síggja hendan fjølmenta skaran av fólkið, sum mannaði Ebenezerkórið um tað mundið – ikki minst tey mongu ungu, sum vóru í kórinum tá. Haldi eisini tað er hugtakandi at hoyra breiða úrvalið av páskasangum, sum vóru á skránni.
Tíðin stendur ikki í stað, og fleiri av teim syngjandi eru í dag heima hjá Harranum. Vit minnast tey við takksemi og gleðast um, at onnur hava tikið við. Og vit gleða okkum eisini at fáa vitjan av kórinum her í Danmark á hvítusunnu.
Sendingin kann síggjast og hoyrast HER
– Øssur