Símun sjeyti fimm

Símun Fuglø – her á eldrasamkomu í Skovlunde Frikirke á vári 2022

Fríggjadagin 17. mars fyllir ein góður vinur 75 ár. Talan er Símun Fuglø, sum sleit barnaskógvar sínar í Klaksvík, men flutti eftir barnaár síni saman við foreldrum og systkjum til Runavíkar. Tíðliga kom hann niður til Danmarkar, og her møttust hann og Hanna, dóttir Grethe og Henrik Thomsen, bókbindara, sum fleiri okkara munnu minnast. Tey giftust og fingu fýra børn, og í Keypmannahavn hava tey so búð í mong ár. Símun arbeiddi innan postverkið á yngri árum, fyrst í Føroyum og síðani í Danmark. Seinnu árini kom hann tó fyri stóran part at vera sjómaður og vera til rækjufiskiskap undir Grønlandi partar av árinum.
Símun var ein berandi stuðul ì Kristnastovu fyrstu mongu árini, eftir at byrjað var á Oxford Allé í 1973. Hann luttók í orðsins kunngerð – eisini sum tolkur hjá útlendskum talarum. Hetta var í eini tíð, har nógvir enskt talandi trúboðarar vitjaðu, viðhvørt á veg til ella úr Føroyum.  Teir komu úr ymiskari bakgrund og ymiskum londum, sum kundi vera ein avbjóðing fyri tann, ið skuldi tulka. Men  Símun var framúrskarandi á hesum øki.  Hann dugdi meistarliga væl at lofta tí, sum sagt var, finna góð og supperandi orð og snúgva sær í tí støðu, sum kundi koma fyri, tá fremmand fólk vitja, sum málbera seg so øðrvísi enn vit.
Símun var við, tá byrjað var við samkomuvirki í Kristnastovu í 1989 og ein av fyrstu elstunum. Áðrenn hetta var arbeiðið ein missión við fríggjakvøldsmøti, vitjunararbeiði og øðrum tiltøkum. Nú komu morgunmøti við breyðbróting og sunnudagsskúla aftrat.
Áðrenn Berlinmúrurin fall var Símun mangan við á ferðum eystureftir við neyðhjálp – eitt nú til Pólland og Rumenia – ofta saman við Robert á Lakjuni, ið mangan brúkti Kristnastovu sum “basa” í Keypmannahavn. Símun kundi jú bæði tala og tulka, so tað kom ivaleyst væl við, at Símun var partur av ferðalagnum.
Símun og Hanna, sum í dag búgva í Herlev, hava seinastu árini havt Glostrup Frikirke sum teirra andaliga heim, og har tekur Símun ofta lut á møtunum og hevur eisini elstaábyrgd.
Familjan fyllir nógv í lívi teirra, ikki minst barnabørnini. Harumframt hevur heim teirra hevur altíð verið eitt opið heim, merkt av gestablídni, og mong eru tey, sum hava notið gott av umsorgan teirra.
Undirritaði skrivaði einaferð ein sang til Símun, tá hann fylti runt. Eg royndi at orða ta fjølbroytni, sum eyðkennir Símun. Við teim síðstu trimum versinum í sanginum fari eg at enda hesi orð og ynskja Símuni hjartaliga til lukku við teim sjeyti fimm.  

Og tá tú fert á møti og trínur inn um gátt,
hvør stendur tá og talar, so eyga hvørt er vátt?
Og hvør er talirør hjá teim fremmandu, ja git,
hvør tulkar tey, sum hava ein annan húðalit.

Hanna og Símun í Kristnastovu, eftir at húsið á Birmavej varð keypt í 1979. Til høgru Johan Nielsen, prestur og fólkatingsmaður

Tað Símun er – hvør annar – tað longu vita tit,
ein hollur vinur er hann, tað sanna mugu vit.
Ja, gávur sínar nýtir hann fyri Frelsaran.
Og tað vit gleðast yvir, nú sjeyti fimm er hann.

Vit takka fyri samfelag gott og vinalag.
Í verki Harrans stuðul tú vart til hendan dag.
Øll ynski góð tær fylgja, halt á og treystur ver!
Gud signi teg og tíni – tað øll vit ynskja her.            – Øssur

Nakrar myndir við Símuni, talandi og tulkandi…

You may also like...