Rómaborg og ríki Guds


Niðanfyri standandi reglur byrjaðu at kykna, tá vit saman við føroyskum ferðalagi fyrst í juli vitjaðu Vatikanið í Róm, Pæturskirkjuna og onnur støð í býnum.
Vit sóu ikki pávan, men tað gjørdi minni. Tí, sum tað stendur í Orðinum,  hava vit “stóran høvuðsprest, sum er farin gjøgnum himlarnar, Jesus, Son Guds” (Hebr. 4,14) – sitandi við høgru hond Faðirs Síns.  So okkara søk er í góðum hondum.

Frelsa Guds, hon er ein gáva,
okkum nýtist ongan páva
ella “santa” kardinal,
roykilsi og ritual.

Halgimenni mong og myndir
taka ikki burtur syndir.
Einans Kristi blóð tað ger,
sum varð úthelt hinaferð.

Michelangelo, so knáur
skapti listarverk, sum fáur.
Ikki tó til fulnar hann
kundi mála Frelsaran.

Katedralar hábærsligir
bera boð um kønar smiðir.
Kristi samkoma tó er
har, sum Andin verk sítt ger.

Gev mær Jesus, gev mær Orðið,
og hans minni, sett á borðið.
Sál mín fann ein sælan lut,
eg fekk lív og frið við Gud.

Nei, mær nýtist ongan páva,
um eg vikna kann og snáva.
Høvuðsprestur mín er har
við Guds trónu – altíð nær.

Rómaborg skal falla, fara.
Einki her skal ævigt vara.
Ríki Guds tó standa skal,
og mín sál er frelst og sæl.

                                ØB   

You may also like...