Category: FRÁSAGNIR

Á vitjan í Hirtshals

  Á trappuni á Malta saman við Onnu og Hans Ì døgunum 15 – 17. februar fingu vit høvi at vitja samkomuna  Malta í Hirtshals, har vit luttóku á tveimum fundum. Mikukvøldið varð bønar- og uppbyggingarmøti.  Og dagin eftir, hósdagin fyrrapart, var aftur ein samkoma, har vit greiddu eitt sindur frá, hvussuleiðis tað gekk til, tá nýggja Kristnastova varð keypt í 1979. Tað kendist gott...

Jólatónar í Kristnastovu

Jólatónar í Kristnastovu

Seinasta fríggjakvøldssamkoma á árinum – sum hesaferð var 9. desember – plagar at vera merkt av hugna og jólasangi, og soleiðis var eisini hesaferð. Men eisini á morgunmøtinum 11. desember var løtan merkt av jólahátíðini, sum var fyri framman, har eisini nakað var á skránni fyri børnunum – umframt orðið, ið talað varð. Og so lá leiðin heim til Føroya hjá teim flestu av teim ungu. Tó...

Seniorar á jólasamkomu

Seniorar á jólasamkomu

  Enn einaferð var samkoma í Kristnastovu fyri eldra ættarliðnum av føroyskum útisetum, sum búgva í Keypmannahavn og aðrastaðni á Sjællandi. Neyvan hava vit áður verið so mong í tali. Og fólk hugnaðu sær væl, fingu ein góðan breyðbita við m.a. drýli og føroyskum viðskifta, og so varð sungið, prátað og hugleitt.  Fleiri jólasangir vórðu sungnir, sum seta dám á hesa ársins tíð, men eisini minna okkum á hin góða boðskapin...

Árliga legan hildin í heystfrítíðini

Árliga legan hildin í heystfrítíðini

40 ár eru liðin, síðani Kristnastova skipaði fyri tí allarfyrstu leguni, sum varð hildin á Kongelejren í Norðursjællandi.  Og framvegis verður árliga legan hildin nakað norðan fyri Keypmannahavn – nú eitur staðið Norðursjællands Efterskole. Í døgunum 20. til 23. oktober  var so enn einaferð lega á hesum staði, har vit hava verið í mong ár, og hon savnaði um 130 fólk. Oddur á Lakjuni hevði bíbliutímarnar og gekk í...

Á møtiferð í Esbjerg og Vejle

Á møtiferð í Esbjerg og Vejle

Leygardagin og sunnudagin 8-9. oktober var enn einaferð høvi at vera saman við føroyingum, sum savnast til føroysk møti í Esbjerg og Vejle. Hesaferð var Símun Fuglø við, og hann luttók eisini saman við mær og øðrum, sum plaga at  vera við til hesi møti. Umframt møtið leygarkvøldið var eisini morgunmøti við breyðbróting í einum føroyskum heimi í Esbjerg sunnumorgunin, áðrenn kósin lá til Vejle seinnapartin....

Sólrík løta við seniorunum

Sólrík løta við seniorunum

  Tað var hugnaligt enn einaferð at vera saman við eldra ættarliðnum henda sólríka mikudag seinnapart 31. august. Vit hittust kl. 15 og vóru saman í einar tveir tímar. Umframt at njóta ein góðan drekkamunn sungu vit saman, og á skránni vóru bæði føðilandssangir og andaligar sangir. Prátið gekk dúgliga við borðini, sum tað altíð plagar. Niels Pauli Nónstein endaði við einum orði úr Bíbliuni....

Eitt nýtt ár vit byrja nú

Eitt nýtt ár vit byrja nú

Undir føroyaferð okkara herfyri kendist ikki sørt hátíðarligt enn einaferð at vera við til eina nýggjársveitslu í Ebenezer, har ymist var á skránni. M.a. sang Ebenezerkórið og manskórið var eisini at hoyra – og bæði kórini tóktust væl fyri hetta kvøldið. Tosað varð um evnið “útisetar og heimaskoman” – eitt sera viðkomandi evnið hjá okkum. Hjartanemandi var eisini enn einaferð at kunna vera við í sanginum hjá...

Heystlega einaferð enn

Heystlega einaferð enn

Vikuskiftið 15-18. september var árliga heystlegan hildin á Nordsjællands Efterskole. Enn einaferð savnaðist ein stórur flokkur av útisetum – tey flestu lesandi – til andaligan felagsskap rundan um Orð Guds. Klæmint Eliasen, sum vit kenna frá hansara útisetatíð í nítiárunum, helt nakrar sera  áhugaverdar og gevandi bíbliutímar út frá fjallaprædikuni. Harumframt vóru aðrar løtur við andaligum innihaldi, sangi og samveru bæði inni og úti. Og...

Føroyska summarið

Føroyska summarið

    Fólk heima hava suffað um, at summarið ikki gjørdist nakað serligt í Føroyum í ár. Og tí var tað ein sonn uppliving at koma til Føroya 17. september, tá ið sólin skein bæði oman og niðan. Niðri í Vágsbotni sótu fólk hendan dagin í hópatali og hugnaðu sær við kaffikoppum og Colakrússum – so tað tóktist næstan suðurlendskt. Og aðrir góðir dagar komu í...

Seniorar í jólahýri

Seniorar í jólahýri

Tað liggur ógvuliga djúpt í okkum, at vit ynskja at fara aftur til røturnar – ikki minst tá vit eldast. Hetta kemur fram, hvørja ferð eldra ættarliðið kemur saman í Kristnastovu. Prát um gamlar dagar – okkara ymisku bakgrund – søga og frásagnir um fólk, siðir og høgtíðir – alt hetta kemur fram og verður vent slíkar løtur. Kanska myrka árstíðin fram móti jólunum eisini...