Árliga legan hildin í heystfrítíðini

img_4634

40 ár eru liðin, síðani Kristnastova skipaði fyri tí allarfyrstu leguni, sum varð hildin á Kongelejren í Norðursjællandi.  Og framvegis verður árliga legan hildin nakað norðan fyri Keypmannahavn – nú eitur staðið Norðursjællands Efterskole.
Í døgunum 20. til 23. oktober  var so enn einaferð lega á hesum staði, har vit hava verið í mong ár, og hon savnaði um 130 fólk.
Oddur á Lakjuni hevði bíbliutímarnar og gekk í gjøgnum Lukasar evangeliið á ein  sera livandi og gevandi hátt. Men nógv annað áhugavert var eisini á skránni,  sum var gott fyri likam og sál – og teir mongu luttakakararnir tóktust at hugna sær væl millum tey ymsu, fjølbroyttu tiltøkuni, sum fóru fram.

img_4649  img_4635  img_4639 img_4645 img_4637 img_4647

 

You may also like...