Heystlega einaferð enn

Vikuskiftið 15-18. september var árliga heystlegan hildin á Nordsjællands Efterskole. Enn einaferð savnaðist ein stórur flokkur av útisetum – tey flestu lesandi – til andaligan felagsskap rundan um Orð Guds. Klæmint Eliasen, sum vit kenna frá hansara útisetatíð í nítiárunum, helt nakrar sera  áhugaverdar og gevandi bíbliutímar út frá fjallaprædikuni. Harumframt vóru aðrar løtur við andaligum innihaldi, sangi og samveru bæði inni og úti. Og eisini vóru serstakar løtur fyri teim mongu børnum, sum vóru við.

Síðani 1976 hevur Kristnastova havt legur á hvørjum ári uppi í Norðursjællandi. Einki at ivast í, so hava tær verið til signing og givið góðan íblástur í trúarlívinum hjá mongum føroyskum útiseta. Og tað geldur eisini heystleguna 2015.

                          

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *