Føroyska summarið

IMG_2325 IMG_2317 IMG_2329 IMG_2322

Fólk heima hava suffað um, at summarið ikki gjørdist nakað serligt í Føroyum í ár. Og tí var tað ein sonn uppliving at koma til Føroya 17. september, tá ið sólin skein bæði oman og niðan. Niðri í Vágsbotni sótu fólk hendan dagin í hópatali og hugnaðu sær við kaffikoppum og Colakrússum – so tað tóktist næstan suðurlendskt. Og aðrir góðir dagar komu í kjalarvatninum av hesum degnum.

Og tað fekk onkran at siga, at føroyska summarið í ár – tað kom í september.

 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.