Á morgunmøti í Róm

 

Føroyingar hava funnið sær ein sess, sum tað nærkast, at møtið skal byrja.

So mangan høvdu vit lisið um samkomuna í Róm – ikki minst í Rómbrævinum. Paulus hevði jú eitt ynski um at vitja samkomuna í Róm og skrivar: “tá ið eg komi til tykkara, skal eg koma við signing Kristusar í fullum máli! ( Róm. 15,29).  Og hagar kom hann, tó  sum fangi  eftir eina strævna sjóferð. Helst hevur mótloysi gjørt vart við seg, tí vit lesa, at tá ið hann fekk at síggja teir (brøðurnar), takkaði hann Gudi og fekk mót av nýggjum (Áp. 28.15). Og nú 2000 ár seinni vóru vit saman við samkomuni í Róm og kundu uppliva signing Kristusar í ríkum máli.
Hetta er sjálvandi ikki einasta evangeliska samkoma ella kirkja í býnum, men ein teirra. Vit í føroyska ferðalagnum vóru ikki einastu gestir, tí har vóru fleiri, sum eins og vit høvdu verið á IBCM-stevnuni. Teirra millum gestatalarin, sum saman við konuni virkar í einum landi, hvar tað kann kosta nógv at vera ein kristin. Hann helt eina hjartanemandi talu um at vera vitni, har sum Harrin ynskir okkum at vera.

Trongligt var í samkomuhølinum, men hjartarúmið var stórt.

Stundum var sungið á enskum og stundum á italienskum. Flestu sangirnar kendu vit og royndu at syngja við – so gott, vit nú kundu. Tøkkirnar stigu upp til Harran við hjartaligum og inniligum røddum.
Salurin var ikki stórur, og tey høvdu beinkir, eins og vit plagdu at nýta í samkomunum í gomlum døgum. Men væl kendu vit okkum millum teirra, og tey vildu hava okkum at steðga og eta ein góðan bita saman við teimum. Møtið og samveran aftaná vóru signingarríkar løtur, sum vit fara at minnast, har italienarar, føroyingar og onnur kundu tilbiðja felags frelsara okkara, Harran Jesus, og hava samfelag hvør við annan.
Og fyri at enda aftur hjá Paulusi, ynskti hann at koma til Róm “eftir vilja Guds og vera lívgaður saman við tykkum” (Rómbr. 15,32). Tað siga vit amen til, tí vit vóru sanniliga lívgað og takksom eftir at hava vitjað samkomuna í Róm.                                                                      Ø.                  oberghamar@gmail.com                                                                               

Møtið er av – fólk heilsast og hava nógv at práta um.

Gott samfelag merkti eisini hesa løtuna 

 

 

 

You may also like...