Category: FRÁSAGNIR

Góðir dagar hóast vind og regn

Í døgunum 19 – 22. oktober var legan hjá Kristnastovu hildin. Heystið varð komið, og dagarnar vóru ikki sørt merktir av vindi og regni. Men fjálgt varð innandurða, har ymist var á skránni, júst sum tað hevur verið í mong ár. Sámal Mikkelsen úr Klaksvík hevði bíbliutímarnar og lýsti Harran Jesus sum Gud og menniskja, og tosaði um ríki Hansara, ið vit sum kristin eiga...

Afturlítandi sangløta á Zarepta

Ein lega varð hildin á Zarepta í døgunum 19-21. september fyri “seniorum” úr samkomuni í Ebenezer. Hon bar heitið “60 pluss lega” og varð hildin mitt í viku, men tó sum ein vikuskiftislega. Tað var í sjálvum sær nýskapandi, men tiltakið eydnaðist heilt væl.  Legan var fullteknað og var eisini áhugaverd fyri mítt viðkomandi, tí har vóru mong fólk við, sum eg havi kent frá...

Ein dýrdardagur

Summarið var farið, men enn var gott veður í Føroyum, hóast komið var út í sepember mánaða. Tað eru hesar myndir eitt prógv um – tiknar í góðveðrinum hin 21. september. Eftir at hava verið á einari Ebenezer-legu á Zarepta í døgunum 19. til 21. september, skuldi leiðin liggja til Havnar. Men komin framvið Vatnsoyrum, snaraði eg hinvegin í staðin, og so lá leiðin til...

Nýggi leiðarin tikið við

Leygarkvøldið 2. september var nakað av fólki komið saman í Skovlunde Frikirke, tá nýggi OM-leiðarin  alment varð settur.  Christina Andersen, sum er formaður í OM Danmark, greiddi frá, hvussu leitað hevði verið eftir nýggjum leiðara, eftir at Andrew  Berghamar hevði mett, at tíðin var komin hjá honum at fara frá. Nýggi leiðarin, Helle Rønne Samuelsen, fekk eisini fekk høvi at siga nøkur orð um sína...

Skúlarnir byrjaðu aftur

Tað merktist í Kristnastovu vikuskiftið 8 -10. september, at skúlarnir nú vóru byrjaðir aftur og yngra fólkið  komið niðuraftur. Rættiliga nógv fólk leitaðu út á Birmavej, og týðuligt var, at fólk vóru glað um at síggja hvønn annan aftur. Túnið framman fyri inngongdina var aftur merkt av mongum syklum, sum søgdu frá einum nýggjum skúlaári og nýggjum avbjóðingum fyri framman. Her eru nakrar myndir frá...

Leiðaraskifti innan OM

←  Andrew saman við einum komandi og einum fyrrverandi OM-leiðara.   Aftan á 10 ár sum leiðari av OM Danmark handaði Andrew leiðsluna víðari til næsta leiðara. Í hesum sambandi var lítil samkoma hin 15. juni í hølunum hjá OM á Drejervej á Nørrebro. Fólk  og stuðlar úr ymiskum samkomum komu framvið hendan dagin – teirra millum fleiri føroyingar. Nevndarlimirnir Bitten Schriver og Christian Knudsen bóru heilsan fram og hugleiddu um farandi...

Ungir útisetar í summarfrí

  Hin 16. juni var seinasta fríggjakvøldssamkoma í Kristnastovu áðrenn summarfrítíðina. Fitt av fólki kom á møti hetta kvøldið, og gott lag var á ungu útisetunum, nú summarið var í hæddini, og tey allarflestu skuldu fara heim til Føroya at ferðast  . Tað hava verið nógv gott virksemi í og út frá Kristnastovu gjøgnum farna veturin, men nú mundi frítíðin koma væl við hjá øllum. Møtið sunnumorgun kl. 11...

Sangløtur í Siloa

Undir ferð okkara í Føroyum í mai mánaða vóru vit nakrar dagar í Fuglafirði, har Susan og eg fingu høvi at vitja samkomuna í Siloa og fólk, vit kenna har á leið. Hesar dagar upplivdu vit tvær sangløtur í samkomuni har. Onnur var við Siloakórinum  mikukvøldið 24. mai, tá ið kórið undir leiðslu av Eyðun á Lakjuni sang eitt breitt úrval av eldri og nýggjari sangum...

Forvitnislig reunionsamkoma

  Bíbliuskeiðið í juni 1963                                               So hittust tey aftur – hin 20. mai 2017 Leygardagin 20. mei var reunion-samkoma á Hotel Hafnia, har luttakarar frá Bíbluskeiðnum frá 1963 hittust aftur, nú 55 ár vóru liðin, síðani skeiðið varð hildið. Paranassið á Hafnia var karmur um skeiðið tá, og í somu hølum varð renionsamkoman hildin. Bíbliuskeiðið í 1963 var tað allarfyrsta av sínum slagi, og tað var...

Á vitjan í Hirtshals

  Á trappuni á Malta saman við Onnu og Hans Ì døgunum 15 – 17. februar fingu vit høvi at vitja samkomuna  Malta í Hirtshals, har vit luttóku á tveimum fundum. Mikukvøldið varð bønar- og uppbyggingarmøti.  Og dagin eftir, hósdagin fyrrapart, var aftur ein samkoma, har vit greiddu eitt sindur frá, hvussuleiðis tað gekk til, tá nýggja Kristnastova varð keypt í 1979. Tað kendist gott...