Sangløtur í Siloa

Undir ferð okkara í Føroyum í mai mánaða vóru vit nakrar dagar í Fuglafirði, har Susan og eg fingu høvi at vitja samkomuna í Siloa og fólk, vit kenna har á leið.
Hesar dagar upplivdu vit tvær sangløtur í samkomuni har. Onnur var við Siloakórinum
  mikukvøldið 24. mai, tá ið kórið undir leiðslu av Eyðun á Lakjuni sang eitt breitt úrval av eldri og nýggjari sangum fyri eini fullsettari høll. Kórið, sum stutt frammanundan hevði verið í Íslandi, tóktist vera sera væl fyri. Hugtakandi var at hoyra so fjølbroyttan og góðan sang frambornan av so nógvum gávaðum sangarum og við ymiskum ljóðføri.
Seinna sangløtan var sunnukvøldið 28. mai, og var hetta eitt av fleiri ”syngið við” kvøldum, sum av og á hava verið í samkomuni har. Hesaferð var kvøldið sett av til sangir og løg av undirritaða – í ljósinum av, at farið var um tey sjeyti fimm árini herfyri. Og hetta tiltak má sigast vera ein vøkur og minnilig “heilsan” at fáa.

Jógvan á Lakjuni, sum hevur skipað fyri “syngið við” kvøldunum í Siloa, leiddi løtuna sjálvur og greiddi frá, men eisini onnur hugleiddu um einstakar sangir. Eg fekk eisini høvi til at greiða frá nøkrum hendingum, ið knýta seg til nakrar teirra. Annars gekk felagssangurin so sera væl hetta kvøldið við avbera góðum spælarum, men sama kann eisini sigast um framførdu sangirnir, har Siloakórið og fleiri onnur luttóku.
Tá ið løtan var av, var ein drekkamuður at fáa og høvi at heilsa upp á fólk, ið vóru komin ymsastaðni frá. Fleiri teirra høvdu vit lært at kenna gjøgnum arbeiðið í Kristnastovu, so tað var eisini hugaligt.
Uttanfyri skein sólin so fagurliga á ta stórbæru náttúru, sum umgyrðir Fuglafjørð, og vit vóru eisini Harranum og samkomuni inniliga takksom fyri sangløtuna og nakrar minniligar hásummardagar.
…                                                                                                                                                              Øssur
  Myndatakari: Jákup á Lakjuni

       
        
   
  

 

You may also like...