Veri tú altíð mín dýrasta sjón

“Be Thou my vision” er ein gamal, kendur írskur sálmur, ið verður nógv sungin í enskt talandi kirkjum og samkomum.  Hildið verður, at upprunin kann førast heilt aftur til sjeyndu øld – sum so ger hann til ein av elstu sálmunum í tíðini eftir Kristus.
Tað sigst, at tað vóru nakrir írskir munkar, sum vóru teir fyrstu at búsetast í Føroyum.  Oddur á Lakjuni, sum talaði í Kristnastovu eitt fríggjakvøld fyri nøkrum árum síðani, helt nakað soleiðis fyri, at hvør veit – kanska sangurin hevur verið sungin í Føroyum um tað mundið. Áhugaverdur tanki.
Sangurin er komin í Nýggju Sangbók Guds Fólks og er nr. 917. 

Veri tú altíð mín dýrasta sjón,
Harri mín – tú ert mín verja og vón .
Ver mær í huga á degi og nátt
veit tú í hvíld og í vøku mær mátt.

Orðið tú ver mær – og vísdómur við
Vera eg vil hjá tær, statt mær við lið.
Tú ert mín faðir, títt barn eri eg.
fjaldur í Tær kann ei ilt saka meg.

Skjøldur og svørð tú í stríðnum mær ver,
Hjartans míns gleði í tær eina er.
Mín sálarverja og vernd ert tú mær.
Vend mær mót himli – mín kraft er í tær.

Heiður og ríkdómur metta ei kann,
varandi virði í Tær bert eg fann,
Tú og tú eina ert alt vorðin mær,
ævinnar kongur, mín ogn er í Tær.

Himmalsins drottur, tú sigurin vann,
so eg við tær heim í dýrd fara kann.
Vinurin besti, mín klettur, mín vón,
Harri um ævir, ver altíð mín sjón.
       *  Gamal írskur sálmur. Verður sungin við írskum fólkalagi. ØB týddi 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *