Eg ynski at tæna Jesusi

Orð/lag: ØB . Umtala niðast.   nóti NÓTAR – trýst her

Eg ynski at tæna Jesusi,
sum meg hevur endurføtt,
hans kærleiki hevur hitað upp
mítt hjarta, sum fyrr var flótt.
Mína tíð og mínar gávur
ei eg spilla vil sum áður,
eg vil fara har, hann sendir meg,
tí ein viti eg vil vera,
sum kann ljós til onnur bera
og kann beina tey á frelsuveg.

Brynleif Hansen

 Brynleif Hansen heitti tíðliga á sumri 1970  á meg at um at skriva ein sang til Zareptalegurnar, sum stundaðu til. Yvirskriftin á legunum skuldi vera orð Josva til ísraelsmenn á sinni “veljið í dag hvørjum tit vilja tæna.”(Josva 24,15). Eg bar meg undan í fyrstu atløgu, tí hetta var stutt áðrenn Susan og eg skuldu giftast í Onglandi, og eg helt meg ikki hava stundir til hesa eyka uppgávu. Men miðvísur, sum Brynleif var, helt hann fast við, at eg átti at gera hetta. Og so komu orðini til “Eg ynski at tæna Jesusi” saman við lagnum. Aftaná var eg fegin um, at eg hevði eftirlíka hesum ynski, bæði tí at hetta versið hevur verið sungið síðani, men eisini tí Brynleif doyði stutta tíð aftaná í flogvanlukkuni í Mikinesi, hin 26. september 1970. Og var tað nakar, sum ynskti “at tæna Jesusi” við ídni og eldhuga, so var tað Brynleif.

 

 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *