Spyr Harran fyrst

Orð/lag: ØB  Umtala niðast.  Nótar HER

Spyr Harran fyrst,
hvørja ferð eitt stig tú skalt taka.
Hann er tær nær,
og tín veg hann kennir væl.
Veit, hvat er best,
og tær einki ilt skal saka.
Tá hann er við,
ei títt hjarta óttast skal.

Spyr Harran fyrst,
og legg hvønn ein spurning, sum kemur,
trygt í hans hond,
sum av kærleika er merkt.
Og tú skalt sjá,
at hans Andi við teg nemur,
so tú fært ljós
yvir leiðina, tú fert.

Spyr Harran fyrst,
og lat einki burt frá tær ræna
friðin, tú fekst,
tá tú endurføddur varð.
Minst, at títt lív
er ov dýrabart at læna.
Harri tín má
koma fyrst og fremst hjá tær.

Spyr Harran fyrst.
Sæla hvíld í sinni tað gevur,
tá ið tú veitst:
Hann er við á lívsins leið.
Gleð teg hvønn dag
í tí frelsara, tú hevur.
Hans er øll makt –
og sítt barn hann gloymir ei.

Nógvar avgerðir verða tiknar á ungum árum, sum kunnu hava stóra ávirkan á alt lívið. Umráðandi er at vit taka Harran við, tá stig og avgerðir skulu takast. Hetta var í huganum, tá hesin sangur varð skrivaður til ungan skara av útisetum, sum savnaðist til ta fyrstu leguna hjá Kristnastovu í 1976. Legan varð hildin á Kongelejren við Sejerø Bugt á  Sjællandi.       

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.