Er várt lív eitt ljós

Orð/lag: ØB                                         nóti Nótar her

Er várt lív eitt ljós – ein eldur, sum man brenna,
millum Harrans fólk, ið kemur saman her,
tí at hvør sál, ið Jesus fekk at kenna,
fekk í lut tann kærleika, av øllum ber?

Logar ljósið so, at livandi tað lýsir
upp í myrkrinum og veitir sálum vón?
Er várt lív ein kyndil, sum við megi vísir
til tann frelsara, ið blindum gevur sjón?

Brennur eldurin, ið telur mangar gløður,
tí at okkum knýta saman kærleiksbond,
tá vit røkka út til systrar og til brøður,
ið seg kenna gloymd og sakna vinahond.

Kristi kærleika vit ikki kunnu skilja,
hann, ið gav sítt alt og doyði í várt stað.
Hevjið hátt hin brand, hann birti, tí vit vilja
boða Kristi kærleika hvønn lívsins dag.

Orð og lag vórðu skriva til ein sangleik á einari legu, ið varð hildin í  90unum, tá nógv fólk vóru niðri í Danmark. Leikurin snúði seg um at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum og ikki at gloyma tann einstaka, sum kanska kendi eg uttan fyri felagsskapin.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.