Sterk var tann hond

               Orð/lag: ØB  Bakgrund niðast.  NÓTAR – HER

Sterk var tann hond,
sum upp meg lyfti
út úr tí díki, eg var í.
Stórur tann frelsari, meg hitti,
hann gav mær lív,
Hans
er æran alla tíð.

Um dimmi legst á mínar leiðir,
og ivi hóttir mína trúgv,
gott er at vita tá:
Jesus mær stendur hjá,
og til Himmalin
hann er mín fasta brúgv.

Eg hoyri rødd hans til mín tala.
Hans orð, tey lívga mína sál.
Honum eg hoyri til,
Honum eg fylgja vil,
Hann, sum veit um alt
mítt stríð og vandamál.

Ein dag við gleði eg skal sanna,
tá komin heim til Himmallands:
Frelsarans hond var sterk,
stórt var hans frelsuverk,
og í øllum var
fullkomin vegur hans.

Í Sálmi 40 sigur Dávid kongur,  at hann hevði verið illa staddur, men setti vón sína til Harran. Harrin greip inn og dróg Dávid upp úr undirgangsgrøvini og setti føtur hansara á klettin. Dávid fekk ein nýggjan sang at syngja.
Hetta er vitnisburður hins kristna,  sum hevur upplivað inngrípandi og frelsandi hond Kristusar.  Og tað kemur fram í hesum sangi, sum varð yrktur til eitt lag einaferð í nítiárunum. Sangurin kom við  í “Á Váli-fløguna”, sum kom út í 1997 og fekk heitið “Sterk var tann hond”.  Triðja vers er komið nakað seinni.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *