Hann livir í dag (Hin morgun)

Orð og lag: ØB.          Nótar/ljóðfílur niðast

Hin morgun, tá sólin úr eystri skein,
úr grøvini myrku Guds Sonur trein,
Burtur fíggindan rak,
deyðin misti sítt tak
og kundi ei gera mein.

   Tí at Jesus, hann livir í dag,
   syngið tí fagnaðarlag!
   Jesus, vár frelsari,
   Hann doyði men livir í dag.

Tá vinir hans savnaðust bivandi,
við friði hann kom, og teir ivandi
sóu sjón fyri søgn,
burt var ótti og tøgn,
hin deyði var livandi.

Maria, hví gongur tú syrgiklødd,
í dimmi og djúpasta dali stødd,
Navn títt kennir hann væl,
tú ert signað og sæl,
hoyr hansara mildu rødd.

Og Pætur, sum sveik hann og skar í grát,
við vatnið teir fingu eitt tiltrongt prát,
fyrigeving hann fann,
Jesus kallaði hann
til hirða í størri mát.

Og soleiðis hittir hann fólk sítt her,
við Andanum okkum so nær hann er,
Men hans verk hevur skund,
tí skjótt kemur tann stund,
Hann heim sína brúður ber.

  • Søgan um uppreisn Jesusar og hansara umsorgan fyri sínum egnu er so ómetaliga hugtakandi.  Orðini vórðu skrivað í 2009 – tó kom niðurlagið í 2012, tá lagið varð gjørt. Sangurin varð síðani framførdur av Kristnastovukórinum, sum var virkið um tað mundið.

NÓTAR HER

 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.