Takk fyri títt verk

“Og eg eri fullvísur í, at Hann, sum byrjaði gott verk í tykkum, skal eisini fullføra tað til dag Jesu Krists(Orð Paulusar í Filippibrævinum 1,6).
Alt tað, vit eru sum kristin, er grundað á tað verk, ið Gud hevur gjørt gjøgnum son sín, Jesus Kristus. Verk Kristusar á Golgata var eitt fullkomið verk. at vit bera ávøkst í andaliga lívinum – savnast við samkomu hansara – Orðið, ið talað verður við Anda Guds – vónin um afturkomu Kristusar og himmalin, tað er alt verk Hansara í okkum og ikki verk okkara fyri Hann.  Tað hava vit alla orsøk at vera takksom fyri.
Ynski við hesum sangi er eisini at siga takk fyri verk Guds, bæði frelsuverkið og tað, ið Harrin dagliga ger í okkum, inntil Hann kemur.

Takk fyri títt verk, vár frelsari kæri,
at tú várar syndir á Golgata bart.
Og fullgjørt varð verkið, sum lív okkum veitti,
tá okkara vegna tú soraður vart. 

Takk fyri títt verk í Orðinum dýra,
sum nemur mín anda og talar títt mál.
So mangan tað leskar og lívgar mín anda,
og veitir mær styrki í hjarta og sál.

Takk fyri títt verk í sálini míni,
sum byrjað tú hevur og fullføra skalt.
So stór er tín náði – eg undrandi standi.
Óskilligt, men satt, tú meg hevur útvalt.

Takk fyri títt verk í samkomu tíni,
ein skari, útloystur við blóði hann var.
Eitt samfelag signað eg fann millum teirra,
ið navn títt upphevja og gleðast í Tær.

Takk fyri títt verk, nú meðan vit bíða
og líta mót skýggjum, tann stundin er nær,
tá aftur tú kemur, og verk títt er lokið,
og fullkomin gleðin er heima hjá Tær.

ØB 2021  (Upprunatekstur 2018) 

You may also like...