Sloans hús fyri 26 árum síðani

Eg kom fram á hesa grein í samkomublaðnum hjá Ebenezer. Hon er skrivað í 1992, tá vit vóru heima í farloyvi og høvdu ábyrgd av at hava húsini opin tveir seinnapartar um vikuna. Húsið hevur ikki verið regluliga opin í nýggjari tíð, hóast ymisk góð tiltøk hava verið í húsinum. Men seinnu árini er eitt savn av eldri, forvitnisligum lutum komin undan kavi, sum geva vónir um, at húsið fer at verða brúkt framyvir til at vera ein søguligur vitnisburður um William G. Sloan og samkomuna, hann slóðaði fyri.
                                                                  ØB

NB! Niðanfyristandandi mynd var vist tikin av Páll Poulsen, sum nýtti tað í missiónsblaðnum, Sendiboðið, sum kom út um ta tíðina.

You may also like...