110 ára dagur faðirs

Hann var í nevndini hjá Føroyska Bíbliugrunninum í mong ár og kundi gleðast um hesa stóru bíbliuna, sum kom út, nakað áðrenn hann fór.

Mín kæri faðir, Sigurd Berghamar, vildi fylt 110 ár í dag. Hann var føddur 22. desember 1910 og andaðist 21. juli 2003, 92 ára gamal. Hann var ein góður pápi hjá okkum fýra børnum, sum vuksu upp í  einum tryggum heimi, merkt av gudsótta, kærleika, gleði og friði.  Foreldur okkara vóru sera góð hjún og stóðu væl saman bæði í gleði og í royndum.  Missurin var stórur í barnaheiminum, tá mamma, álvarsliga sjúk, mátti fara á Lágargarð at vera, har hon andaðist 14. desember 1994.
Erla, systir, hevur skrivað hesar hugleiðingar í samband við 110 ára dag faðirs:

22. desember og 110 ár, síðan babba varð føddur. Føddur í Konradsbrekku í Havn. Brekkan varð nevnd eftir abba hansara Conradi Nicolajsen, sum var tann fyrsti, ið bygdi har úti, tá ið Havnin var lítið meir enn á Reyni, í Gongini og har á leið. Conrad var sonur Nicolaj Skaale, ið arbeiddi við kongliga handilin, og Kristiannu av Glyvrum. Kona Conrad, Sigga, var bóndadóttir úr Kaldbak, og henni var babba uppkallaður eftir.
Babba fekk langt lív, andaðist í 2003, 92 ára gamal. Sjey ára gamal fekk hann annars lungnabruna, og tað kundi ganga báðar vegir. Einki penisillin, og tey vóru so spent um níggjunda dagin, tí tá bleiv tað annaðhvørt deyði ella bati. Tíbetur hæsaði av. Babba mintist, at mamman tók hann út ein sólskinsdag, so hann kundi síggja bøin og ánna, har teir plagdu at spæla.
Tuberklar fekk hann, fyrstu ferð sum ungur maður, og lá tríggjar ferðir á sanatoriinum í Hoydølum. Men tíbetur slapp hann betur burtur úr tí enn so mong av landsmonnum okkara, sum endaðu sínar dagar har uppi í Hoydølum.
Hann var hálvt fjórða ár, tá ið tey fluttu úr Havn norður til Klaksvíkar. Eina tíð búðu tey í Mikladali, har abbi var við til at smíða kirkjuna, og seinni fluttu tey aftur til Klaksvíkar.
Helst var tað sjúka, sum gjørdi, at hann ikki fór í skúla, fyrr enn hann var níggju. Men mamman var lærari og hevði heimaskúla, so neyvan stóð helt illa til við tí.
Babba skuldi vera so sera skilagóður drongur. Eg minnist sum ung eina eldri klaksvíkskonu, ið segði frá, tá ið húskið nýliga var flutt til Klaksvíkar. Hon hevði spurt, hvussu havnardrongurin treivst í Klaksvík, og babba skuldi havt sipað til sangin, tá ið hann svaraði: “Tú veitst, ‘okkum lærir jú tann fuglur villi, heimið er tað besta stað á jørð!'”
Tað ljóðar næstan ótrúligt frá einum smádrongi. Men væl dugdi babba at taka til, og hann var góður yrkjari. Orð og mál fyltu nógv alt lívið hjá honum. Hann gjørdi nógv við at rættlesa, og vit børnini fingu okkara málsligu uppaling, ikki minst tá ið útvarpstíðindi vóru. Tíbetur mundu vit taka væl ímóti, og væl hevur tað gagnað okkum seinni.
Tá ið babba gavst á Esso fyri aldur, var hann í nøkur ár part av degnum á skrivstovuni hjá reiðaranum Óla Jákupi Jensen og synunum. Og hann gav tvær bøkur út. Tann fyrra var Bíbliuorðabókin við leitorðum gjøgnum alla bíbliuna. Hin var samkomusøgan um Gamla Sloan og brøðrasamkomuna fyrru árini, frá 1880 til 1914, sum hann savnaði við hjálp frá góðum fólki. Hon kom út í 1992.
Á seinni árum fór sjónin, og tað kom sum vera man illa við. Eg havi hugsað, um annað bind um samkomusøguna mundi komið út, um sjónin ikki sveik. Hann hevði savnað nakað niðurfyri. Men tann arvin verða onnur at lyfta.
Minnist einaferð, tá ið eg um stór genta suffandi baksaði við skúlating í onkrari av lærugreinunum, sum hvørki hugur ella evni voru til. Ikki langt frá, at tað var okkurt við fysikk. Hann hugdi samkennandi at mær og segði: “Hevði eg bara kunnað lært tað, tá ið eg gekk í skúla.” Hann hevði áhuga og evni til tað mesta.
Á elliárum skrivaði hann eftir áheitan frá Øssuri endurminningar til okkum børnini, og sera hentar hava hesar 30 síðurnar verið, eisini til tað, eg havi skrivað omanfyri. Tær vóru lidnar, stutt áðrenn hann fylti 85, altso fyri 25 árum síðan (og eg hevði beint tá fylt 40, síggi eg á dagfestingini).
Seinasta brotið ljóðar so:
“Nú eg leggi hesa skriving niður fríggjadag 13. oktober 1995, kemur mær til hugs, at fríggjadag 13. november 1981 varð byrjað at skriva Bíbliuorðabókina. – Eisini varð Øssur føddur 13. februar 1942.”
So fingu vit tað við 🙂

You may also like...