Í fótasporum Zachariasar
Í hesum døgum er nýggj bók útkomin frá Leirkerinum við navninum “Fótaspor”. Bókin er eitt savn av oddagreinum hjá Zacharias Zachariassen, sum hava staðið í kristiligu tíðaritunum “Røddin” og “Leirkerið. Tær eru tilsamans 146 styttri greinar.
Zacharias er júst farin um áttati árini. Hann hevur virkað innan Brøðrasamkomuna í yvir 50 ár og er kendur fyri sín bíbliukunnleika og frálæru í bíbilskum evnum. Men hóast árini nú eru mong, er hann framvegis virkin bæði sum talari og høvundur – og luttekur enn sum áður á møtum og samkomum í Føroyum.
Stuttu oddagreinir hansara, sum vit kenna frá blaðnum “Leirkerið”, taka sum oftast útgangsstøðið sítt úr Orði Guds, men tankar og rák tíðarinnar verður eisini avspeglað og vigað í hesum greinum. Hetta er fyndarríkur andaligur lesnaður, ið er merktur av søguligum andadrátti, tí hann avspeglar eitt farið tíðarbil av andaligu søguni. Ella fyri at brúka egnu orð Zachariassar so eru hetta “andaliga eggjandi stubbar, sum eru eitt sindur litaðir av tíðini og umstøðunum, teir eru skrivaðir undir.”´Tað er at fegnast um, at eitt savn av hesum greinum nú er komið út í bók.
Greinarnar eru stuttar og gevandi, soleiðis at bókin ivaleyst eisini kann nýtast sum andaktsbók. Tær eru merktar av hirðasinni Zachariasar og trúskapi hansara imóti Orðinum. Leggjast kann aftrat, at Zacharias nýtir eitt gott føroyskt mál, sum flýtur náttúrligt, bæði tá ið hann talar og skrivar.
Og nú, ið jólini fara at nærkast í hvørjum, er hendan forvitnisliga bók avgjørt eitt gott boð upp á eina góða jólagávu.
Øssur Berghamar