Frá Operation Josva til Oxford Allé

Operation Josva var við í mótmælisgongum ímóti fríari fosturtøku – sum tað framgongur her (trýst á greinina, so gerst hon størri).

ONNUR HUGLEIÐING. Tíðin við Operation Josva líður móti endanum í 1973, og tankin búnast um eitt nýtt verk millum føroyskar útisetar í Keypmannahavn.

Á várið í 1973 var lógaruppskot um fría fosturtøku viðgjørt í danska fólkatinginum. Føroyski presturin og fólkatingsmaðurin Johan Nielsen, sum seinni fekk týdning fyri okkum í samband við Kristnastovu, var millum teirra, ið mótmæltu tinginum frá at viðtaka hesi lóg, tí “lívið er heilagt”. Eisini aðrir prestar mótmæltu, og Kristelig Folkeparti, sum varð stovnað í 1970, var eitt úrslit av tí moralska skriðulopi, sum hendi í hesum árum.
Operatión Josva og Unge Kristne skipaðu fyri mótmælum ímóti fríari fosturtøku. Eg sjálvur var við til at seta faldaran saman, sum æt “Ja til livet”. Vit vóru við í mótmælisgongum bæði í Keypmannahavn og aðrastaðni.
Lurtað varð tó ikki eftir røddum, sum mæltu ímóti uppskotinum. Lógin um fría fosturtøku varð viðtikin 24. maj í 1973  – enntá við stórum meiriluta.
Men at trúgvandi fólk ikki bara lótu seg lynda av hesum, sást millum annað av at serlæknin á Sønderborg Sygehus, Michael Harry, ikki vildi skriva undir uppá at vilja fremja fosturtýning. Til seinast segði hann sítt annars lovandi framtíðarstarv sum lækni frá sær.  Lógin um fría forsturtøka hevði eisini politiskar avleiðingar, tí hon gjørdi sítt til, at Kristelig Folkeparti kom inn á Fólkating við sjey mandatum á heystið í 1973.

Tiltøk fyri føroyingar
Meðan vit vóru í Operation Josva, skipaðu vit fyri ymiskum tiltøkum fyri føroyskum útisetum. Føroynigafelagið á Fyn kom út á Pedersminde, sum liggur nakað uttan fyri Odense, har vit fingu høvi at greiða frá arbeiði okkara og svara teirra spurningum.
Vit fóru til Esbjerg og høvdu møti har. Føroyingafelagið har var ógvuliga vinarligt móti okkum og lótu okkum fáa adressurnar hjá føroyingum, sum búðu har á leið. Margo Joensen, Sanna í Túni, Páll á Lakjuni og eg vóru við, tá tílík tiltøk vóru skipað, meðan Hjørdis, kona Páll á Lakjuni, var heima hjá Boga, syni teirra, og Susan hjá okkara Andrew, sum var hálvt ára gamal, tá vit komu til Pedersminde.

Operation Josva í Grundtvigs hus. Rino Lange sæst á talarapallinum, meðan Páll á Lakjuni sæst við gittari longst til vinstru.

Í Keypmannhavn hildu vit danskt/føroyskt møti í Grundtvigshús. Hesi møti savnaðu rættiliga nógv av fólki – eisini av lesandi fólki. Atmosferan var merkt av teimum spurningum, sum vóru uppi í tíðini.  Tey lurtaðu væl eftir øllum tí, sum sagt var. Allir møguligir spurningar vóru uppi at venda í teimum døgum, sum vóru merktir av tí tankagangi, sum “68 generatiónin” bar við sær. Poul Madsen og Rino Lange, sum vóru leiðarar av Josvaliðnum, vóru virknir luttakarar á hesum møtum. 
Einaferð var Petur Háberg við til eitt av hesum møtum, og tað vóru vit fegin um. Hann hevði verið ein andaligur faðir hjá bæði mær og Páll á Lakjuni, og hann jú serstakar gávur at bera ein viðkomandi boðskap fram til tað unga fólkið.

Hvat var næsta stigið?
Tá, ið komið varð inn í árið í 1973 skuldi støða takast til, hvat næsta stigið skuldi vera hjá okkum. Tað tóktist at vera tríggir møgugleikar. Ein møguleiki var at halda fram við Operation Josva. Ein annar var at fara heimaftur til Føroya. Ein triði var at fara undir eitt verk millum landsmenn okkara  í Danmark. Hesin síðsti var sprottin fram sum ein visión, eftir at vit høvdu hitt so nógvar føroyingar kring alt landið, tó serliga í Keypmannahavn.

Poul Madsen – ein góður bíbliulærari og vegleiðari

Vit lutaðu hesar tankar við Poul Madsen og Rino Lange. Teir skiltu hugsanina, men mettu um somu tíð, at tað bar til at gera eitt  arbeiði út frá Operation Josva, tí Odense lá jú rættiliga centralt. Haðani kundu vit røkka út til allar partar av landinum. Vit fingu eitt gott samfelag við teir um hetta mál, sum tíðin nærkaðist, at ein avgerð skuldi takst.  Ein annar maður, vit ráðførdu okkum við, var enski prædikumaðurin, Bill Thompson, sum um tað mundið vitjaði okkum á Pedersminde. Hann skilti okkara visión og stimbraði okkum í hugsanini at fara undir hetta trúarstig. Svenning av Lofti, sum var farin út í evangeliska tænastu í Føroyum, kom eisini niður til Danmarkar eina tíð, har hann var partur av Unge Kristne í Keypmannhavn. Hann høvdu vit eisini gott samfelag við. 
Meira vit hugsaðu um hetta, gjørdust vit greið yvir, at tað var serliga í Keypmannahavn, at stóri tørvurin var. Tað var har, at ungir føroyingar búleikaðust i hópatali og vóru ikki sørt ávirkaðir av tí tankagangi, sum var uppi í tíðini. Eg minnist eisini onkuntíð tá eg var eitt rend í Keypmannahavn og vitjaði donsku brøðrasamkomuna í Thorsgade, at eg kendi á mær, at brúk var fyri einum andaligum heimi, haðani eitt hirðaarbeiði kundi gerast millum ungar føroyingar í Keypmannahavn.

Oxford allé á Amager

Gamla Kristnastova á Oxford Allé

Húsið á Oxford Allé, sum hevði 3 íbúðir. Fyrsta árið búðu vit í niðastu hæddini, har eisini fríggjakvøldsmøtini byrjaðu.

So við og við búnaðist tankin um at flyta til Keypmannahavnar og fara undir eitt verk millum føroyingar har, hóast býurin var at kalla ókendur fyri okkum. Ein eldur var farin at brenna í hjørtum okkara. Men hvar og hvussuleiðis? Kundi tað hugsast, at vit kundu fáa eitt heim, har vit høvdu umstøður at hava minni samkomur fyri føroyingar í býnum?
Vit fingu blaðið Kristelig Dagblad út á garðin í Pedersminde, og ein dag sat Susan og hugdi í hetta blað, hóast hon ikki skilti so nógv danskt tá. Tá fekk hon eyga á eina lýsing, har tað stóð at ein sokallað “trý verilsis” íbúð var til leigu úti á Amager. Susan kendi seg sannførdan um, at tað var nakað serligt við hesari lýsingini, og hon fekk meg so at ringja. Jú, íbúðin kundi leigast í eitt ár, og vit vóru vælkomin at koma at hyggja eftir henni.
Vit tóku ein dag frí frá Operation Josva og fóru til Keypmannahavnar fyri at vita hvussu íbúðin sá út. Vit gistu hjá skyldkonu míni, Monu, sum saman við manni sínum, Arne Nielsen, búðu úti í Herlev. Har høvdu vit áður gist og kent okkum væl. Arne var so beinasamur at læna okkum sín fína Volvobil at fara út á Amager hetta kvøldið at hyggja eftir íbúðini á Oxford Allé.
Vit fingu eina góða móttøku úti á Amager. Staðið vísti seg at vera endin av einum raðhúsum við trimum íbúðum, harav tann niðasta var til leigu í eitt ár. Eigararnir búðu í miðhæddini. Talan var um eina íbúð sum var um 75 m2 til støddar. Vit hildu, at best var at spæla út við opnum kortum og greiða eigarunum frá – sum vóru eini sera vinarlig hjún – at vit við kristnum endamáli fóru at virka millum føroyingar í Keypmannahavn og ynsktu at savna føroyingar í íbúðini av og á. Sangurin fór helst eisini at hoyrast, tá vit høvdu fundir, og tað nevndu vit eisini. Tað tóktist ikki at vera nakar trupuleiki hjá eigarunum. Hetta var í lagi, og okkum var bjóðað at fáa íbúðina.  Óneyðugt at siga, glað vóru vit – hetta var næstan ov gott at vera satt. Vit føldu, at tað var Harrin, sum hevði stýrt hesum so.

Eitt nýtt trúarstig 
Tað var nakað av einum persónligum trúarstigi at fara við Operation Josva í 1972, men her var eitt stig, sum var enn meiri avbjóðandi: At fara undir eitt miðvíst verk millum føroyingar í Keypmannahavn, hesum stóra býi, sum við sínum verðsligu tilboðum tóktist at hava eina so dragandi megi á yngri føroyingar. Ikki tí – í býnum vóru eisini samkomur og kirkjur, sum savnaðu fólk um orð Guds, og millum teirra komu eisini nógvir landsmenn. Eitt nú í samkomuni í Thorsgade 40 á Nørrebro,sum í mong ár hevði verið eitt andaligt heim hjá nógvum føroyingum. Har varð eitt føroyskt møti hildið einaferð um mánaðan. Eisini vóru føroyskir bíbliutímar viðhvørt hildnir í ymiskum heimum, sum Símun Fuglø skipaði fyri, og eitt sangkór, mannað mest við føroyingum, luttók stundum á møtum undir leiðslu av Jóannes á Váli.
Men vit hoyrdu um mong ung kristin, sum stríddust í trúarlívi teirra, høvdu tikið frástøðu til andaliga lívið og savnaðust  ikki longur við øðrum trúgvandi. Her var eitt verk at gera – og vit vóru fús at fara undir uppgávuna. 

Susan við gasskomfýrin á Oxford Allé. Her vórðu nógvir drekkamunnir gjørdir.

Fundur við brøður heima
Vit hildu, at beinast var at tosa við menn, sum vóru í leiðsluni í okkara heimasamkomu í Ebenezer, fyri at vissa okkum um, at hetta stig var gjørt í góðum samfelag. Meðan vit so vóru heima á sumri 1973 kallaði eg fleiri teirra til fund hjá foreldrum mínum uppi á Dalavegnum. Hesir vóru – sum eg minnist – við á fundi: Rodmundur Nielsen (sum hann æt tá), Jens Guttesen, Knút Háberg, Osvald Kjærbo, Conrad Joensen og Sigurd Berghamar. Eg greiddi teimum frá hugsanum okkara. Teir lurtaðu – vóru helst eitt sindur varnir í orðum – men eg kendu tó, at teir fegin vildu sýna okkum samfelag í hesum nýggja stigi okkara. Hetta hevði týdning, ikki minst fyri meg persónliga, sum hevði havt mítt andaliga heim í Ebenezer frá barnsbeini av.
Andrew Sloan hevði fingið eitt strik nakað frammanundan – annars hevði hann helst verið við á fundinum. Hann doyði stutt eftir hetta. At Petur Háberg heldur ikki var við, kann undra meg. Men eingin ivi var tó um, at hann heilhjartaður bakkaði okkum upp í hesari avgerð. 
Petur Háberg skrivar longri grein í blaðnum  “Lív og Læra” nakað eftir hetta. Tað framgongur av greinini, at verkið á Oxford Allé er eitt hjartamál hjá Peturi. Har skrivar hann m.a. um fundin við brøðurnar í Ebenezer og sigur: “Hann (tvs Øssur) ráðførdi seg seinasta summar við brøður í Ebenezer, sum rættu honum samfelagshond.”

Aftur til Keypmannahavnar
Skúlarnir í Keypmannahavn byrjaðu jú aftur umleið 1. september, og við hesum í huga stevndu vit niðuraftur til Danmarkar – hesaferð til Keypmannahavnar.  Og so fóru vit undir verkið í einum húsið á Amager, sum eitt ár seinni fekk navnið Kristnastova. Tað var okkara egna stigtakan – fult og heilt – uttan lyfti frá nøkrum – og tó í góðum samfelag.
Men hetta hevði um somu tíð tann fyrimun, at vit høvdu frælsi til at leggja nýggju uppgávuna til rættis, soleiðis sum vit kendu tað vera rætt. Uttan traditiónir og bindingar.  Eg sjálvur fekk mær part tíðar skrivstovuarbeiði fyri at hava eina inntøku, so vit kundu klára okkum. Susan var heimagangandi, og Andrew var gott hálvt annað ár.
Hendingarríka og gevandi árið við Operation Josva hevði verið ein týðandi fyrireiking til nýggju uppgávuna, sum bíðaði okkum á Amager. Leiðandi brøður innan Kristent Fælleskab sýndu eisini okkara stigi ans og samfelag – teirra millum Ole Madsen, beiggi Poul Madsen.

Ein av taburettunum, vit nýttu á          Oxford Allé.

So kom dagurin
Men ymist mátti gerast áðrenn møtini kundu byrja, og so fór august og fyrri partur av september til at mála, keypa innbúgv og klárgera íbúðina á
Oxford Allé. 
Lítið var til av peningi – stovnurin Kristnastova var ikki til tá – og vit vistu ikki, hvussu mong fóru at koma. Plássið var ikki so nógv. Vit keyptu tí nakrar bíligar taburettir, sum ikki fyltu so nógv, so fólk kundu seta seg niður, um vit vóru mong í tali. Tær fingu vit eisini brúk fyri. 
Tíbetur legði Harrin nøkrum á hjarta at stuðla okkum, og tað var ein góð hjálp. Vit fingu eitt gamalt, brúkt klaver fyri nakrar fáar hundrað krónur, tí sjálvandi fór sangurin at vera týðandi partur av møtum okkara. 
Vit vóru tíbetur í góðum árum – Susan var 27 og eg 31 ár – og spent fóru vit undir eitt nýtt verk, sum skuldi fara at savna ungar føroyingar úti á Amager hvørt fríggjakvøld. Hvussu fór hetta at eydnast? Hvussu mong fóru at koma?  Vónandi vóru vit á rættari leið.
Umsíðir kom dagurin, tá fyrsta fríggjakvøldssamkoma varð hildin á Oxford Allé. Hetta var 21. september 1973.  Tað koma vit kanska  aftur til.
                                                                                                     ØB   

 

You may also like...