Ljós í deyðaskuggans landi

Standmyndin av Victor Danielsen, sum stendur í Fuglafirði

Kendu profetisku orðini hjá Esaiasi profeti í kap. 9 verða ár eftir ár upplisin í samkomum og kirkjum í adventstíðini, meðan jólini nærkast í hvørjum. Tey eru bíbilska bakgrundin fyri sálmin hjá Victor Danielsen ”Í deyðaskuggans landi”, sum er nr. 462 í Nýggju songbók Guds fólks.
Victor Danielsen var ein virkin maður. Umframt at týða bíbliuna, skriva og umseta hópin av bókum, komu yvir 800 sangir og sálmar frá hond Victors. Flestu teirra eru týðingar, men nakrir eru hansara egnu. Teirra millum er nevndi sálmurin.
Tað sæst týðuliga, at Victor hevur fingið íblástur úr Esaiasar bók 9,2: “Fólkið sum gongur í myrkri, skal síggja stórt ljós; tey sum sita í landi deyðaskuggans, yvir tey skal ljósið skína”, og víðari verður sagt í v. 6: “Tí Barn er føtt okkum, Sonur er givin okkum, og á øksl Hansara skal harraveldið hvíla.”
Persónligi vitnisburður Victors kemur eisini fram í sálminum. Hann greiddi ofta frá, hvussu hann veturin 1913-14 fór ígjøgnum ein sváran sálarbardaga. Men umsíðir vann ljósið á myrkrinum. Victor tekur soleiðis til í eini talu:  “So við og við varð hitt himmalska dagsljósið sterkari í sál míni. Tað rann upp sum eitt ljós, og sum tað stendur: “Tað ljósið kom frá Golgata.””

Í deyðaskuggans landi,
har skygdi ljósið bjart,
tá fast í trælabandi
tú, sál mín, bundin vart!
Tá deyð var vón og troyst,
og stongdar allar gøtur,
kom hjálp og friður søtur,
varð gátan myrka loyst.

Ei var tað egin styrki,
ei var tað vitskaps ráð,
ei manna kraft og yrki,
ið kundi hjálpa tá;
tað var hitt gleðiljóð:
Ein Frelsari er føddur!
Har fann mín fótur møddur
ta søktu trygd og ró.

Nú ljósur er mín vegur,
eg ferðist trygt avstað;
tí eyga mítt, tað hevur
Guds stóru frelsu sæð.
Hvør svari fyri seg –
hvør veit, hvat hann man meina –
mær tørvaði hitt eina,
at finna, Jesus, teg!

Á Frelsari, tú mildi,
hin ættin, tú komst til,
teg ikki kenna vildi,
ei heldur nú hon vil!
Tó hjørtuni, so mong,
sum egna armóð skilja,
tær, Harri, fagna vilja
við tøkk og gleðisong!

Victor Danielsen, 1894-1961

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *