Tankavekjandi yrkingin um mánan

 

Yrkingin stóð í Røddini í januar 1973

Brynleif Hansen

Fimti ár eru liðin, síðani lendingina á mánananum 20. juli 1969, sum miðlarnir hava gjørt nógv burturúr seinastu tíðina. Í hesum sambandi havi eg hug at taka eina yrking fram, ið var gjørd í kjalarvatninum av lending amerikumanna á mánanum. Talan er um yrkingina hjá Brynleif Hansen, har hann setti hendingina í eitt andaligt perspektiv. Hetta megnaði hann at gera á livandi hátt – bæði við álvara og ikki sørt við humori eisini. Men hann fær ein boðskap fram, sum sanniliga er verdur at geva gætur. 

Eg minnist væl tíðina, tá yrkingin kom fram. Pápi mín var limur í nevndini fyri Zarepta um tað mundið og førdi eisini roknskap fyri stovnin. Og ivaleyst hava hann og Brynleif tí havt nógv samband hesa fyrstu slóbrótandi tíðina hjá Zarepta og legunum.
So var tað hendan dagin. at Brynleif stakk inn á gólvið í barnaheimi mínum á Dalavegnum. Eftir eitt lítið prát inni í stovuni kendu vit okkum mestsum tiknar á bóli. Tí fram kom eitt nýskrivað ark við yrkingini um mánan, og Brynleif byrjaði at lesa hana fyri okkum.  Óneyðugt at siga vóru vit bæði ovfarnir og hugtiknir. Vit vistu, at Brynleif kundi yrkja og umseta, men her komu skaldagávur hansara til sjóndar á ein hátt, vit helst ikki roknaðu við.
So vítt eg minnist kom yrkingin at standa í almennum blaði ein av døgunum aftaná. Eg giti, at hon stóð í Dimmalætting. Helst hevur hon eisini staðið í blaðnum “Hin tigandi boðberin”, sum Brynleif sjálvur gav út.

Sum kunnugt doyði Brynleif í 1970. Men yrkingin um mánan kom framaftur seinni. Í 1973 finna vit hana í blaðnum “Røddin”. Har stendur hon á aftastu síðu og kann síggjast her á heimasíðuni.
Tvey løg eru gjørd til yrkingina, annað er av Anju Hansen, sum eisini hevur sungið hana inn á eina fløgu, og hitt lagið hevur M.C. Restorff gjørt. Yrkingin við lagnum hjá M.C er við á fløguni “Sanganna veingir”, sum kom út fyri nøkrum árum síðani.                                – ø –

 

You may also like...