Tú leitar


Herfyri kom út nýggj fløga í Føroyum við 18 sangum. Fløgan ber heitið “Tú leitar”. Tað serstaka við hesi fløgu er, at hon ikki er ætlað at verða seld, men kann fáast ókeypis. Hugsanin er, at hon skal vera eitt slag av einari evangeliskari traktat við boðskapi, sum kann gevast fólki.
Sangurin, sum fløgan eitur eftir, varð skrivaður í byrjanini av 70unum í samband við opið-hús-møtini í Ebenezer, sum vóru seint hvørt fríggjakvøld, har nógv yngri fólk í býnum leitaðu inn. Mong teirra komu beinleiðis úr dansihølum og komu á gátt í Ebenezer, har tey fingu ein drekkamunn og eitt orð at hoyra gjøgnum vitnisburðar, samtalur, sangir og styttri talur.
Sangurin “Tú leitar” varð til um hetta mundið – helst um veturin 1971-72 – og kom við á tí fyrstu LP-plátuni hjá Nikodemus-sangbólkinum, sum byrjaði at syngja saman júst um hesa tíðina. Plátan bar heitið “Meistarans hond”. Í hesum sangi verða roynt at seta orð sett á tann andaliga longsil, sum býr í menniskjum, eisini teim ungu, sum sóust á havnargøtum um hetta mundið og komu inn á gólvið í Ebenezer.

Heili 18 sangir eru við á nýggju fløguni, har ymsir sangarar í Føroyum luttaka. Sangurin “Tú leitar” verður sungin av Hervør Sabinu á Torkilsheyggi og er nr. 8 á fløguni. Allir sangirnir á fløguni kunnu hoyrast á alnótini – trýst HER.

Tú leitar eftir onkrum, sum kann tilfriðsstilla hjarta títt,
tú roynir mangt og hvat.
Ert kátur millum vinir, og tú glaður letst at vera,
tóat hjarta títt græt.
Á gøtunum tú reikar, inn í hølini tú trínur,
eftir stuttleika tú spyr.
Men tá ið alt er yvirstaðið, tómleikin er verri,
ja, enn nakrantíð fyrr.

Tú leitar og tú leitar, men tú finnur ongan frið,
so tómt tær tykist lívið alt.
Frá einum og til annað fjøldini tú rekur við,
tó títt hjarta er so myrkt og kalt.
Men steðga á og lurta, tí vit hava eini tíðindi
so góð at bera tær,
at Jesus kann umbroyta alt og geva tær ta gleðina,
sum enda ei fær.

Tú leitar, har sum lívið gongur lystiligt og sorgleyst,
og ein lætta fært tú har.
So dragandi, so droymandi, so lovandi og lokkandi
teg dregur at sær.
Men so við eitt er spenningurin burtur og tað tykist
sum var alt ein hvørvisjón,
brátt tónarnir teir tagnaðu, so reikaði tú aftur
uttan vissu og vón.

Orð/lag ØB

 

You may also like...