At leypa og at renna

Barnasangur, skrivaður í 1970/71.  NÓTAR HER

At leypa og at renna,
at spæla frítt og flenna,
um tún og teig við javnaldrum hvønn dag,
so stuttligt tað kann vera
og lætt mítt hjarta gera,
eg syngi hart og frítt í góðum lag.
Men størst av øllum var tað,
at Jesus fekk mítt hjarta,
Hann frelsti meg og gjørdi meg til sín.
Og nú á hvørjum degi
eg syngja kann við gleði
um Jesus, sum er besti vinur mín.
                                         Orð/lag: ØB.

Áðrenn vit fluttu til Danmarkar at búgva, var eg sunnudagsskúlalærari í heimasamkomu míni Ebenezer, og tað dámdi mær væl. Tá var tað ikki so vanligt at nýta klaver í tí tíðini, í staðin vóru urgur nýttar. Ofta sat eg við urguna, tá sungið var við børnunum í sunnudagsskúlanum. Tað er í hesi tíðini, umleið 1970-71, “At leypa og at renna” sær dagsins ljós og verður sungin millum børnini í sunnudagsskúlanum.
Sangurin kann hoyrast frá einari nýggjari upptøku á familjulegu á  Zarepta í 2020. Trýst  HER

You may also like...