Í Jesusar hondum

ORÐ/LAG: ØB    Nótar HER

Nær er Harrin hjá tær, tú sum trýrt á Hann,
Um enn ivi og ótti teg tyngja kann.
Hann tær stendur við lið, Hann tær gevur sín frið,
tú ert tryggur í Jesusar hondum.

Lít á alt tað, Hann er, og Hann hevur gjørt,
um enn lívið tær tykjast kann gátuført.
Tá tú stríðist í loynd, og tín trúgv verður roynd,
tú ert tryggur í Jesusar hondum.

Er vegurin smalur og gøtan trong,
um útveg ei eyga títt sær
Ei er nakað loyndarmál honum ókent,
um ósæddur er hann tó har.

Nær er Harrin, ei lyfti hans svíkja kann,
at hann ongan skal missa, sum leit á hann,
hóttir myrkursins makt, einglar halda tó vakt,
Eingin ríva teg kann úr hans hondum.

Er vegurin smalur og gøtan trong,
um útveg ei eyga títt sær.
Ei er nakað loyndarmál honum ókent,
um ósæddur er hann tó har.

Um tá lívið til síðst so skal fjarða út,
og tú fert til eitt land uttan sorg og sút,
Hond hans leiða teg skal, sálin frígjørd og sæl,
tú ert tryggur í Jesusar hondum.

Sangurin varð skrivaður sum ein heilsan til Árna Bech Jensen í 2011 – og til onnur, sum ganga ígjøgnum royndartíðir. Árni innsang sangin í EVR-studionum saman við dóttrini, Erlu, fáar mánaðar áðrenn hann fór heim til Harran í november 2011. Tvey ár seinni kom sangurin við á minnisfløgu, ið EVR gav út.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *