Tú, sum altíð verið hevur

“Alt er vorðið til við Honum, og uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er.
Í Honum var lív, og lívið var ljós menniskjanna.” 1. Jóhs. 1, 3
-4.

Tú, sum altíð verið hevur,
og sum alt í øllum ert.
Vit tær takka, tú sum gevur
ríkliga og undur gert.
Takk, at tú við lívsins orði
leskaði vár tystu sál,
trygt tú okkum hevur borið,
nú vit stevna til várt mál.

Takksom vit í hjørtum várum
minnast krossins tunga veg.
Heilsubót í tínum sárum,
fekk hvør ein, sum leit á teg.
Tú ein veg til himmals gjørdi,
frelst vit eru, loyst og sæl.
Faðirhond tín okkum førdi
um hvønn tind og royndardal.

Tú, hvørs eyga aldri svevur,
tú sum varar Ísrael,
fólk títt ævigt signað hevur,
Frelsari, Immanuel.
Stevnandi mót ljóssins landi,
syngja vit vár takkarsong,
vitandi vár loysti andi
skjótt skal skoða teg, vár Kong.

ØB – sept. 2021
(fyrstu reglurnar skrivaðar í 2017-18)

 

 

You may also like...