Samfelag uttan samveru – ein heilsan
Tað er mangan ikki fyrrenn nakað verður tikið frá okkum, at vit raka við, hvussu nógv tað hevur havt at týða. Soleiðis man tað kennast hjá fleiri okkara í hesum døgum, nú møti verða avlýst, og vit ikki kunnu leita til okkara andaligu heim, soleiðis sum vit plaga. Vit kenna tað, sum at nakað dýrabart verður tikið frá okkum eina tíð. Men samfelagið, vit hava...