Immanuel – Gud við okkum

IMG_5921

Tá ið fólk koma niður til Keypmannahavnar í sjúkraørindum, er tað rættiliga vanligt, at onkur annar er við í ferðini – ein fylgjari, sum tað stundum verður nevnt.  Ofta er tað ein hjúnafelagi, ein dóttir ella sonur – ella bara ein góður vinur, sum vil stuðla sjúklinginum.

Hetta er ein vøkur sjón, tí hetta boðar frá umsorgan fyri okkara næstu ella kenningum. Vit hava øll brúk fyri vinabondum og vinahondum við – ikki minst, tá ið á stendur í lívi okkara.

Profeterað varð um Messias, Frelsara okkara, at navn hansara skuldi vera Immanuel, sum merkir: Gud við okkum. Hetta navn varð ongantíð nýtt í gerandisdegi Jesusar tað, vit vita, men hetta “dulda” navnið sigur tó so ómetaliga nógv.  Gud gjørdist menniskja í Kristusi, og ein dag doyði lívsins Harri á Golgata fyri syndir okkara.

Við trúnni á Jesus kunnu vit fáa frið við Gud og gerast børn Hansara. Tá gerst Hann okkara Immanuel – Gud við okkum. Tá kunnu vit rokna við Hansara nærveru – bæði í við- og mótgongd.  Tað er út frá hesari støðu, at Paulus kann siga orðini í Rómbrævinum, sum standa innrammað í mongum føroyskum heimum: “Er Gud við okkum, hvør kann tá vera ímóti okkum?”

Ein donsk sjúkrasystir segði við meg einaferð, at tað tykist, sum at nærum allir føroyingar hava Bíbliuna við sær. Og at teir ivaleyst fingu nógva styrki haðani. Tað helt eg vera eitt gott skoðsmál at geva landsmonnum mínum.  Víst er tað gott at hava Bíbliuna við okkum alla staðni, har vit fara – men latið okkum eisini vissa okkum um, at høvuðspersónur Bíbliunnar er við.

Hava vit av sonnum trúð á Kristus sum harra og frelsara – og hava felagsskap við Hann gjøgnum Orðið og bønina, so fara vit støðugt at uppliva, at Hann er vinurin yvir øllum øðrum, sum ynskir at standa við lið okkara. Hann ynskir at vera okkara Immanuel – Gud við okkum.  Tað var tí, Hann kom.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *