Páskaliljurnar

Tað var ein av teimum myrku og stormfullu novemberdøgunum. Eg var til handils í Irma og fekk eyga á ein kassa við páskaliljuleykum til niðursettan prís. Tað var eitt sindur seint á árinum at planta leykir, men tað kann viðhvørt vera eitt sindur ringt at standa ímóti einum góðum tilboði.
Eg visti, at teir máttu plantast beinanvegin, so í skýmingini – gird í regnfrakka og gummistylvum – fekk eg leykirnar “jarðaðar”, har teir kundu sova teirra vetrarsvøvn.
Hjálptir av einum mildum vetri eru teir nú uppkomnir og skuldu so staðið í blóma um páskirnar. Tí – innan í hvørjum av hesum brúnu, heldur deydligu leykunum liggur ein spíra av nýggjum lívi við liti, vakurleika og anga. ið bert bíðar eftir, at meistarans hond skal nema við hana.
Og sum vit so fara at síggja páskaliljurnar við teirra gyltu “høvdum” nikkandi í várlotinum, so er tað eins og tær stimbra okkum í álitinum á, at Hann, ið er “uppreisnin og lívið”, er eisini mentur til at venda deyða til lív fyri teg og meg.
Hugsandi so um okkara kæru, ið trúðu á Harran, hvørs deyða likam vit eymliga løgdu niður í eina myrka, kalda jørð – so skulu tey eisini rísa upp til eitt nýtt lív í einum heilt nýggjum likami.
“Tí so satt sum vit trúgva, at Jesus doyði og reis upp aftur, so skal Gud eisini við Jesusi, leiða tey, sum sovnað eru, fram saman við Honum. (1. Tess. 4,14)
      –                                                                                                                                                               Susan Berghamar                                    

Úr Boðberanum mars 1989 

You may also like...