Jesus eina

“Tá ið teir hugdu upp, sóu teir ongan uttan Jesus eina”. – Matt. 17,8.

Flest øll trúgvandi munnu hava havt onkrar hæddarløtur í andaliga lívinum. Løtur, sum gjørdust serstakar, tí Harrin talaði til hjørtu okkara. Vit vóru kanska saman við øðrum, ið gingu somu leið sum vit. Vit sungu sangir um Harran, hoyrdu Orðið talað og vitnisburðir, sum lívgaðu hjørtu okkara.
Vit upplivdu tað sum at vera á einum andaligum fjallatindi og vit kundu siga: Her er gott at vera. Hetta var júst tað, Pøtur segði, tá hann saman Jesusi og tveimum øðrum lærisveinum var uppi á einum høgum fjalli.
Jesus fekk aðra útsjónd. Tað var ein dýrd yvir honum. Elias og Móses vístu seg fyri teimum. Og Pætur, skjótur sum altíð, sigur “Harri, her er okkum gott at vera. Vilt tú, so skal eg her gera tríggjar bústaðir”. Tað hevur verið nakað heilt serligt við hesari løtuni, síðani Pætur bara vil vera verandi og ikki fara omanaftur.
Men so kemur lýsandi skýggj og rødd av himli hoyrdist: “Hetta er sonur Mín, hin elskaði, sum eg havi tokka til, hoyrið hann.” Røddin gjørdi einki burtur úr Mósesi ella Eliasi. Himmalsins rampuljós varð varpað á ein persón hesa løtuna. Hinir báðir hvurvu. Lærisveinarnir hugdu upp og sóu Jesus eina.
Víst var Móses ein veldigur maður, sum leiddi ísraelsfólk út av Egyptalandi, yvir um Reyðahav og gjøgnum oyðimørkina. Kanska størsti leiðari nakrantíð. Og víst var Elias ein stórur profetur og ein rødd á samtíð síni. Hann stóð sum ein brandur fyri Harran á Karmels fjalli og tók eina djarva uppgerð við tátíðarinnar følsku profetar.
Men hvørki Móses ella Elias vóru Messias. Teir peikaðu á Hann sum koma skuldi. Tí “Honum geva allir profetarnir tann vitnisburð, at hvør tann, ið trýr á Hann, fær fyrigeving syndanna við navni Hansara.”(Apost. 10,43)
Himmalin nam við jørðina hesa tignarligu løtu, har tríggir lærisveinar og tveir søguligir trúarkappar stóðu saman við Jesusi. Hann var høvuðspersónurin og millummaðurin millum jørð og himmal. Móses og Elias hvurvu, meðan Faðirin upplyfti Son Sín. Bjarta ljósið úr erva hvíldi á Honum, og so lá leið lærisveinanna omanaftur av fjallinum aftur til ein tørvandi heim – saman við Jesusi.
Aftan á serstakar hæddarløtur uppi á tindunum heldur lív og gerandisdagur okkara fram. Men við okkum hava vit Jesus, upprisna frelsara okkara. Og okkum tørvar at síggja Hann aftur og aftur – Jesus eina.

Harri Jesus! Takk fyri, at tú ert alt, ið mær tørvar, bæði í hesum lívi og tí komandi! Hjálp mær at seta teg fremri enn alt annað. Lat lív mítt vera eitt ljós, sum lýsir bjart og peikar á teg í einum tørvandi heimi. Eg biði í navni tínum – amen!
.                                                                                                                                                                ØB

                                                                                                                                                 Úr bókini “Ein dag í senn”

You may also like...