Samfelag uttan samveru – ein heilsan

Tað er mangan ikki fyrrenn nakað verður tikið frá okkum, at vit raka við, hvussu nógv tað hevur havt at týða. Soleiðis man tað kennast hjá fleiri okkara í hesum døgum, nú møti verða avlýst, og vit ikki kunnu leita til okkara andaligu heim, soleiðis sum vit plaga. Vit kenna tað, sum at nakað dýrabart verður tikið frá okkum eina tíð.
Men samfelagið, vit hava hvør við annan í Kristusi, er ikki treytað av, at vit eru í sama høli. Og tað merkist í hesum døgum, har tað í staðin verður ringt, mailað og samskift á facebook og øðrum miðlum. Samkomur og kirkjur nýta eisini í hesum døgum elektronisku miðlarnar sum amboð fyri at røkka út og sýna teimum umsorgan, sum mugu sita heima.
Tíbetur er orð Harrans ikki bundið, ei heldur Andi Hansara – og vit kunnu hava samfelag, tó á øðrvísi hátt, enn vit eru von. Heima við hús kunnu vit hugsa um hvønn annan, stuðla og biðja fyri hvørjum øðrum. Hetta er samfelag uttan samveru, sum tó kann vera til ríka signing.

Aktuellur sálmur

Við Corona-smittuni í huga komu Susan og eg í gjáramorgun at tosa um Sálm 91 í Gamla Testamenti. Hann talar um trygdina, vit hava í Harranum og byrjar soleiðis:
Tann, ið situr í lívd hins Hægsta og býr í skugga hins Alvalda, sigur við HARRAN:Skjól mítt, borg mín, Gud mín, sum eg líti á!” Tí Hann bjargar tær úr snerru fuglamansins, undan oyðandi pesti; við fjøðrum Sínum skýlir Hann tær, undir veingjum Hansara finnur tú lívd, trúfesti Hansara er skjøldur og vernd.”
Í ”Nýggju Songbók Guds Fólks” nr. 65 stendur sangur, sum er skrivaður júst út frá hesum sama sálmi. So umframt bíbliuna kom eisini sangbókin fram í gjáramorgun. Sangurin endurgevur nógv av tí, sum stendur í Sálmi 91 og umtalar pestin, sum “sníkir í myrkri seg fram”. Men trygdin er í Harranum:
Tú í skjóli hins hægsta ert.

Hann hevur mátt, hevur megi,
aldri, aldri hann sleppur tær,
hvørki á nátt ella degi.

Ein góð heilsan

Síðani vit byrjaðu arbeiðið í Kristnastovu í 1973 hava vit ongantíð uppliva, at vit máttu avlýsa møti vegna sjúku og smittu. Tað er so hent nú og er helst komið eitt sindur óvart á okkum øll. Men eg minnist, at eg fyri mongum árum síðani seint á kvøldi ringdi til Rodmund í Liða, sála, sum tá arbeiddi sum lækni her í Danmark. Ein heilsustøða í familjuni gjørdi, at eg ringdi. Rodmundur var okkum í Kristnastovu ein hollur vinur og var eisini góður í ráðum. Jú, hann gav mær nakrar hentar og praktiskar leiðbeiningar í telefonini og legði so aftrat, at eg kundi lesa Sálm 91, áðrenn eg legði meg at sova. Tað var av sonnum ein góð heilsan at fáa.
Og nú gevi eg hesa somu heilsan víðari til allar vinir okkara – eisini tykkum, sum av heilsuávum mugu halda tykkum heima hesa tíð. Lít á Harran, hvíl í Honum, og ogna tær lyfti Hansara um varveitslu og trygd.
.                                                                                                                                                                     Øssur
   .                                                                                                                                                                  (berghamar@kristnastova.dk)

 

You may also like...